Hetta snýr seg um:
Lóg um lutaíbúðafeløg, til vanligar lutaíbúðir og til lutaíbúðir til fólk við serligum tørvi
Lóg um at skipa lutaíbúðir sum vardar bústaðir, til eldri og fólk við serligum tørvi
Broyting í lóg um mvg- og rentustuðul, so lutaíbúðafeløg fáa somu sømdir sum aðrir eigarar av egnum bústaði
Uppskot um endurskipan av Húsalánsgrunninum til Trygdarstovn, til at tryggja lutaíbúðafeløgum bíliga fígging,
Uppskot um at veita avdráttarfrí lán til bjálvingar- og orkusparandi tiltøk til pensjonistar úr nýggja Trygdarstovninum
Leigulóg, sum tann fyrsta nakrantíð at tryggja rættindi hjá leigarum kring alt landið,
Lægri skatting av leiguinntøku til tess at økja um útboðið og minkað kostnaðin á leiguíbúðum.
Reformur fyri alternativum bústøðum
Síðani politisku avtaluna í samgonguna á sumri 2005 hevur verið arbeitt dúgliga við øllum hesum ymisku tættunum í tí sonevnda bústaðarpakkanum hjá samgonguni – ein slóðbrótandi bústaðarpolitiskur reformur, sertakliga fyri at fáa gongd á ein alternativan bústaðarmarknað í Føroyum. Alternativur merkir í hesum sambandi eitt størri útboð av meira hóskiligum bústaðum, bæði viðvíkjandi stødd og kostnaði, alt eftir tí ymiska tørvi sum einstaklingar og familjur kunnu hava. Arbeiðið hevur verið drúgt og krevjandi, men nú er komið á mál og allir tættirnir í bústaðarpakkanum eru lagdir fyri tingið.
Lutaíbúðir – nýskapandi bústaðartilboð
Lutaíbúðalógin er nýskapandi á føroyska bústaðarmarknaðinum og hevur til endamáls at skapa eitt størri og meira fjølbroytt útboð við á fyrsta sinni at gera tað møguligt at fyriskipa bygging av lutaíbúðum í Føroyum – hesin bústaðarháttur kenst úr hinum norðanlondunum sum “andelsboliger”.
Økta útboðið av smærri bústøðum við vanligu lutaíbúðafeløgunum er ætlað at skapa munandi fleiri bústaðartilboð til støk, stakar uppihaldarar, til ungar familjur, ið seta búgv á fyrsta sinni, og til fíggjarliga veikar bólkar – ella onnur ið ikki vilja binda seg til fleirmillióna bústaðaríløgur. Somuleiðis skal tað økta útboðið av smærri bústøðum vera eitt tilboð til tey – oftast eldri - sum ætla at skifta ein størri bústað um við ein minni. Við hesum kann bæði fáast eitt størri útboð á sethúsamarknaðinum, so barnafamiljur fáa ein betri møguleika fyri at velja ímillum nýbygging ella keyp av sethúsum, og samstundis fæst ein ringrás ella sirkulatión á bústaðarmarknaðinum, har tann verandi bústaðarmassin verður betur gagnnýttur, enn hann er í dag.
Lutaíbúðir eisini fyri fólk við serligum tørvi
Lógin er eisini karmur um serstøk lutaíbúðafeløg, ið skulu standa fyri bústøðum til fólk við serligum tørvi til innrættingina av bústaðnum. Í hesum sambandi er eisini uppskot um at kunna skipa serstakar lutaíbúðir sum vardar bústaðir, tvs. at Nærverkið kann veita serstakar umsorganartænastur til fólk í hesum bústøðum, sum. t.d. eldri og onnur við ymiskum førleikatarni.
Fleiri kommunur hava longu longu víst hesum møguleika ans við byggiætlanum um eldraíbúðir eftir hesum leisti.
Harumframt er lógin eisini tað fyrsta stigið fram ímóti einum skipaðum føroyskum bústaðarmarknaði, tí hon hevur eisini ávísar ásetingar um brúkaravernd í sambandi við keyp og sølu av lutum í lutaíbúðafeløgum.
Hóast ongin av fjølmiðlunum gav tí ans, so var lutaíbúðalógin til 1. viðgerð í tinginum longu 24. okt. og fekk undirtøku frá øllum flokkum.
MVG- og rentustudningur til lutaíbúðir
Til tess at gera lutaíbúðir fíggjarliga kappingarførar við sethús og eigaraíbúðir er lagt fyri tingið at broyta MVG- og rentustuðulslógina, so at lutaíbúðafeløg fáa somu studningssømdir frá landinum, sum tey ið byggja ella keypa egin sethús ella íbúðir.
Húsalánsgrunnurin endurskipast sum trygdarstovnur
Til tess at tryggja lutaíbúðafeløgum bestu lánimøguleikar á fíggjarmarknaðinum verður Húsalánsgrunnurin tikin av og endurskipaður sum trygdarstovnur fyri lutaíbúðafeløg. Endamálið við stovninum er at hann skal kunna veita serstakum sosialum bólkum, sum t.d. fólki við serligum tørvi og øðrum fíggjarliga veikum bólkum, trygd fyri uttasta váðan av lántøkuni, so tey kunnu fáa so lagaliga fígging til lutaíbúðir, at hetta verður kappingarført alternativ til aðrar bústaðarmøguleikar.
Stuðulslán til bjálving og orkusparandi tiltøk
Endurskipaði Húsalánsgrunnurin skal eisini kunna veita pensjonistum avdráttarfrí lán til bjálvingar- og orkusparandi tiltøk.
Leigulóg at tryggja rættindi leigarans
Allur leigumarknaðurin í Føroyum liggur mestsum í lógloysi, har leigarin er uttan rættartrygd. Leigumarknaðurin er mestsum eitt svart ella grátt øki, uttan formligan sáttmála millum partarnar, og har útleigarin hevur kunnað gjørt sum honum lystir. Nýggja uppskotið til leigulóg tryggjar rættindi leigarans, bæði viðvíkjandi treytum til góðsku, uppsagnarfreist og móti tilvildarligari áseting av leigukostnaði, umframt mangt annað.
Økt útboð av leiguíbúðum við lægri skatting
Í sama viðfangið er eisini sett uppskot fram um at lækka skattingina av leiguinntøkum, til tess at eggja fólki til at leiga út av avlops- ella ónýttum bústøðum, og til annars at skunda undir at økja útboð av leiguíbúðum í verandi bústaðarmarknaðinum – herundir eisini at skunda undir átøk til nýbygging av leiguíbúðum burturav.