Allur heimurin er vorðin dýrari

- Størsti trupulleikin er, at ov lítil fiskur kemur upp á land. Hetta er ikki bara galdandi í føroyskum sjógvi, men í Norðuratlantshavi sum heild, sigur stjórin á Kósini.

- Minkaði fiskiskapurin í Norðuratlantshavi ger, at fleiri vilja keypa, sigur Jógvan Hansen, stjóri á Kósini.

Jógvan Hansen, stjóri á Kósini í Kaksvík, er eisini formaður í Føroya Ráfiskakeyparafelag. Hann vísir á, at ein av avleiðingunum, sum korona hevur havt við sær, er, at allur heimurin er vorðin dýrari, sum hann tekur til.

- Hetta er eisini galdandi fyri pakning, plattar og partvís fyri farmaflutning, sum tó ikki er dýrkaður so nógv. Men, longur burtur, tú skalt við vøruni, jú dýrari er hon. Farmurin til USA er eisini vorðin dýrari, og her skalt tú í løtuni boða frá vikur frammanundan, um tú skalt hava eina bingju avstað. 

Stjórin vísir á, at havnirnar í Kina eisini eru vorðnar truplari at samstarva við, og her noyðast fiskaseljarar nú at gjalda nakrar túsund krónur um dagin fyri eitt nú bingjur, sum standa á havnalagnum, og hetta kemur oman yvir flutningsútreiðslurnar. Eisini í aðrar mátar hava fiskaframleiðarar merkt, at kinesarar hava sett prísirnar upp fyri sínar tænastur.  

Jógvan Hansen sigur, at nú ein stórur partur av heiminum koyrir aftur, er eftirspurningurin stórur - ikki minst eftir fiskavørum. 

- Eg trúgvi, at her um okkara leiðir er størsti trupulleikin, at ov lítil fiskur kemur upp á land. Hetta er ikki bara galdandi í føroyskum sjógvi, men í Norðuratlantshavi sum heild.

Fiskakeyparar, skipaeigarar og fiskimenn í Føroyum vóna sjálvsagt, at fiskiskapurin eftir upsa fer at verða betur, nú partrolarar kunnu fiska við skiljirist í økjum, sum áður vóru stongd fyri trolveiði. Jógvan Hansen vísir á, at enn er hetta so nýtt, men higartil er lítið sæð til, at skipini fáa meira av upsa, tó at onkrar ábendingar eru um tað. 

Upsafiskiskapurin hevur verið heldur frægari í seinastuni, og tað eru skip, sum seinastu tíðina hava fingið tað tvífalda av tí, tey annars hava fingið, nú upsaveiðan yvir longri tíð hevur verið so vánalig. Um orsøkin er, at trolfrí øki eru latin upp aftur - ella um fiskiskapurin eftir upsa bara er batnaður nakað, sigur Jógvan Hansen seg í løtuni ikki duga at siga.

Stjórin á Kósini og formaðurin í Føroya Ráfiskakeyparafelag vísir á, at eftirspurningurin eftir fiski er stórur, og tað eru nógvir framleiðarar, sum fáa fyrispurningar um keyp av fiski og fiskavørum.

- Eg vil siga, at størsta broytingin, nú koronu-tíðin vinnuliga mest sum er løgd aftur um, er, at minni rávøra kemur upp á land, og hetta ger, sum náttúrligt er, at tað eru fleiri, sum vilja keypa, leggur Jógvan Hansen aftrat.

 

Í VikuskiftisSosialinum, sum kom í blaðsølurnar fríggjadagin, er stórt serblað um vinnu, og her er nógv forvitnisligt og viðkomandi vinnutilfar at lesa. Í serblaðnum verður eitt nú hugt eftir, hvat korona hevur merkt fyri føroyskar vinnufyritøkur.

 


 

 

- Minkaði fiskiskapurin í Norðuratlantshavi ger, at fleiri vilja keypa, sigur Jógvan Hansen, stjóri á Kósini.