Almenn bókaframløga um fiskimarkið

Í samband við, at 60 ár er liðin, síðan Føroyar tóku støðu til fiskimarkið, gevur Hanus Samró út bókina “Stríðið um fiskimarkið".

Í samband við, at 60 ár er liðin, síðan Føroyar tók støðu til fiskimarkið, gevur Hanus Samró, rithøvundur, út bókina “Stríðið um fiskimarkið".

 

Bókin er ein lýsing av fiskimarksspurninginum, ið tók seg upp fyrst í 1950-árunum.

 

Mikudagin 29. apríl klokkan 9 verður almenn bókaframløga í hølunum hjá Meginfelag Føroyskum Studenta í Bókbindaragøtu 8, har Kaupthing og Fiskimálaráðið áður hildu til.

 

Tá lagt verður fyri klokkan 9, bjóðar Hanus Samró vælkomin, og løtu seinni fer Herálvur Joensen hjá Føroya Reiðarafelag at greiða frá, hvønn týdning víðkanin av fiskimarkinum hevði fyri føroyska samfelagið.

 

Klokkan 9.30 leggur Hanus Samró fram nýggju bókina, og eftir framløguna verður kaffi og ábit, eins og høvi verður at ogna sær bókina.