Almenn gransking er minkað munandi

Gransking og menning hevur tikið dik á seg í Føroyum seinastu 20 árini. Serliga privatar fyritøkur eru farnar at granska og menna nógv meira. Almennir stovnar brúka hinvegin munandi minni til gransking og menning.  

 

Eftir Dagmar Joensen-Næs

Almennir stovnar og fyritøkur í Føroyum granskaðu og mentu í 2022 fyri 376 milliónir kr. Tað svarar til 1,5 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni (BTÚ). 

Tað vísa nýggj hagtøl fyri gransking og menning, sum Hagstovan hevur savnað í samstarvi við Granskingarráðið.

20 ár eru síðani, at kanning av útreiðslum til gransking og menning í Føroyum seinast varð gjørd. Kanningin í 2003 vísti, at tá varð granskað og ment fyri 0,9 prosent av BTÚ. Vøksturin er sostatt 0,6 prosent-stig.

Hóast stovnar og fyritøkur í Føroyum brúka munandi meira til gransking og menning á royndarstigi enn fyri 20 árum síðani, eru útreiðslurnar í Føroyum til gransking og menning sum partur av BTÚ lægri enn í hinum norðanlondunum. Í Danmark eru útreiðslurnar 2,9 prosent, í Íslandi 2,7 prosent, í Noregi 1,6 prosent og í Svøríki 3,4 prosent.

Europaráðið setti í 2000 sum mál, at londini í Europa skuldu brúka 3 prosent av BTÚ til gransking og menning. Nýggju hagtølini vísa sostatt, at Føroyar enn eru langt frá málinum, sum Europaráðið hevur sett.

Afturgongd í almenna geiranum

Hagtølini vísa, at tað eru privatar fyritøkur, ið standa fyri meiri enn tveimum triðingum av útreiðslunum til gransking og menning í Føroyum. Vinnufeløgini granska og menna fyri 1,1 prosent av BTÚ. Almenni geirin og hægri útbúgvingarstovnar granska og menna tilsamans fyri 0,4 prosent av BTÚ.

Tað er stór broyting í mun til 2003, tá vinnufeløgini stóðu fyri 0,2 prosentum og almenni geirin fyri 0,7 prosentum av BTÚ. 

Meiri enn helmingurin av granskingini og menningini í privata geiranum fer fram í tilfeingisvinnuni, og har er tað alivinnan, ið stendur fyri nærum allari granskingini og menningini.

Europaráðið hevur mælt til, at av teimum 3 prosentunum av BTÚ, sum londini eiga at brúka til gransking og menning, skal tað privata brúka 2 prosent og tað almenna 1 prosent.

Framyvir verða hagtølini gjørd á hvørjum ári, soleiðis at til ber at fylgja gongdini árliga.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

Gransking og menning


Gransking og menning á royndarstigi er skapandi og skipað arbeiði, hvørs endamál er at skapa nýggja vitan og at finna nýggjar hættir at brúka tøka vitan.                                                                                                                                                                                                                                           

Fimm høvuðstreytir skulu lúkast fyri, at virksemi kann metast at vera gransking og menning á royndarstigi:

1. Nýtt: miðar eftir at skapa nýggja vitan.

2. Skapandi: grundað á nýggj hugtøk, uppskot ella vísindalig ætl (hypotesur).

3. Óvist: ber ikki til at gera greiðar niðurstøður viðvíkjandi úrsliti ella kostnaði frammanundan.

4. Skipað: verður útint á ein skipaðan hátt, har bæði tilgongd og úrslit verða skrásett.

5. Endurskapan: skal vera skjalfest, soleiðis at tað kann endurtakast av øðrum granskarum og geva sama úrslit.


Úr blaðnum Vísindavøka, Sosialurin 13. september 2024