Almenn móttøka í Vágs skúla

Elsebeth Holm Magnussen, varaskúlastjóri, fer frá vegna aldur.

Í samband við at Elsebeth Holm Magnussen, vara-skúlastjóri, fer frá vegna aldur, verður almenn móttøka í auluni í Vágs skúla, fríggjadagin 30. Sept. kl. 15.00 – 16.30.

 

Elsebeth Holm Magnussen var lærari við Vágs skúla í mong ár, innan hon fyri nøkrum árum síðani setti seg í varaskúlasjóra sessin.

 

Tað verður Anita Ryggshamar Nysted, ið tekur við sum varaskúlastjóri, nú Elsebeth fer frá.

 

Fyri ári síðani tók nýggjur skúlastjóri við í Vágs Skúla. John Henrik Holm tók við, tá Óli í Hjøllum fór frá vegna aldur. Sostatt er nýtt leiðslutoymi nú í Vágs Skúla.