Almenn móttøka fyri løgtingsformanninum

Løgtingið boðar frá, at í sambandi við, at Johan Dahl er valdur til løgtingsformann, verður almenn móttøka í Løgtinginum mikudagin 22. apríl, kl. 14.00 - 16.00.

 

– Øll eru hjartaliga vælkomin, skrivar Løgtingið.