Ikki kann sigast, at løgmaður hevur havt hepna hond við aðalstjórasetanini í Uttanríkisráðnum, sum longu haltaði frá byrjan, tí alt ov nógvir gegnistrupulleikar vóru blandaðir upp í málið. Tá Jørgen Niclasen var uttanríkisráðharri hevði Vágaportalurin serlig evni at leita fram skjøl úr ráðnum – ofta eisini trúnaðarskjøl.
Soleiðis varð hetta málið eisini gruggað við ymsum lýtum um ávísar umsøkjarar. Málið fór eisini av lagnum longu frá byrjan, tí fólk í setanarbólkinum hava staðið politikarunum og nú fyrrverandi aðalstjóranum ov nær.
Men tað er eftir øllum at døma als ikki tað, sum hevur fingið løgmann at fáa aðalstjóran frá. Tað eru samstravstrupulleikarnir, sum starvsfólkini í Uttanríkisráðnum hava víst á. Tey hava sagt, at aðalstjórin er óegnaður og beinleiðis skaðiligur fyri føroyskan uttanríkispolitikk. Um løgmaður eisini heldur, at stjórin er óegnaður, hevur hann einki sagt um enn. Men løgmaður ger, sum man plagar, man sparkar stjóran uppeftir.
Man tað vera fyri at leypa upp um, har garðurin er lægstur, at løgmaður ger hetta? Man hetta verða lættasta loysnin?
Í øllum førum ikki serliga ábyrgdarfullur starvsfólkapolitikkur. Hvørki fyri starvsfólk, ella okkum, sum skulu rinda lønina.