Tað er trupult at finna út av ítøkiliga, hvør støðan íHormussundinum er. Eina løtu verður sagt, at sundið er opið. Síðan frættist aftur, at sundið er stongt.
Nú sigur almenna tíðindatænasta í Iran, at hernaðarleiðslan í landinum aftur hevur stongt siglingarleiðina inn og út úr Persaraflógvanum.
Orsøkin er amerikanski stongsullin av iranskum havnum.
- Iran hevur sum avtalað í samráðingum - og í góðari trúgv - gingið við til at loyva einum avmarkaðum tali av oljutangaskipum og handilsskipum gjøgnum sundið.
Og lagt verður aftrat:
- Tíverri heldur USA fram við stongslinum av iranskum havnum. Tí hava vit aftur tikið eftirlitið við Hormussundinum, sigur Iran í einari útsøgn sambært almennum iranskum miðlum.
Tað var, tá USA og Ísrael lupu á Iran, at Iran í endanum av februar stongdi sundið. Eftir at ein vápnahvíld fekst í lag, hevur Homussundið partvís verið opið aftur.










