Almennu Føroyar í velafrakka

Fýra umboð fyri almennu Føroyar, við makum, sótu til borðs í riddarasalinum á Christiansborg, tá kongshúsið týskvøldið bjóðaði til galladøgurða í sambandi við komandi brúdleypið millum Fríðrik krúnprins og Mary Donaldson

Jóannes Eidesgaard, løgmaður, Edmund Joensen, tingformaður, Mogens Nepper-Christensen, fúti, og Birgit Kleis, ríkisum-boðsmaður, øll við frú uttan seinast nevnda, ið hevði mannin Brian Gronemann við sína lið, vóru týskvøldið til galladøgurða í riddarasalinum á Christians-borg umboðandi almennu Føroyar. Høvið var sjálvsagt komandi kongaliga brúdleypið, sum hesa vikuna setur sín dám á alt og øll í danska høvuðs-staðnum.
- Tað var stórbært. Umstøðurnar vóru so flottar, at man fyri tað bara kundi sitið og start alt kvøldið. Eg eri ikki vanur við slíkt, og hóast eg havi sitið trý ár á Christiansborg, havi eg ongantíð sæð riddarasalin hjá drotningini fyrr, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður.
Til borðs við Konstantin kongi
Løgmanni nýttist tó ikki at sita og stara alt kvøldið, tí hann sat til borðs saman við góðum fólki. Fyrrverandi danski forsætisráðharrin Poul Schlüter og danski innanríkisráðharrin Lars Løkke Rasmussen sótu við runda borðið hjá løgmanni, og tað sama gjørdu kona Bertel Haarder og fyrrverandi kongur Konstantin, ið er giftur fyrrverandi drotning Anne-Marie.
- Konstantin visti ikki nógv um Føroyar, hóast hann tóktist vera ein lisin maður, og hóast Anne-Marie fleiri ferð hevur verið í Føroyum sum barn og ung genta.
Fyrrverandi kongurin fekk tó væl at vita um landið frá løgmanni, sum eisini hálvavegna gav honum eina innbjóðing at koma á vitjan.
? Eg nevndi fyri honum at tað kundi verið stuttligt um tey onkuntíð komu til Føroya, men talan var ikki um nakra almenna innbjóðing sum so. Nú kann hann hugsa um tað, sigur Jóannes Eidesgaard, sum møtti fyrrverandi grikska konginum fyri fyrstu ferð.
Í forkunnugum klæðum
Tað var eisini fyrsta ferð at Jóannes Eidesgaard var at síggja í velafrakka, men tað upplivilsi var ikki so stórbært, at hann fekk smakk fyri hesum klassiska klædnaplaggi.
? Allir vóru í velafrakka, so allir líktust. Tað haldi eg vera eitt sindur keðiligt. Og eg má siga sum er, at eg kendi meg ikki væl í hasum klæðunum. Tey vóru so fremmand fyri meg, at eg onkuntíð kendi tað sum um at eg ikki var til staðar sjálvur.
Velafrakkan hevur løgmaður leigað sær. Hann verður tikin í nýtslu aftur fríggjakvøldið til brúdleypsveitsluna.
Løgmansfrúan, Anita Eidesgaard, var í gjár farin í ein svartan niðurdeil úr silki, sum hon keypti sær undan seinastu drotningarvitjanini í Føroyum. Yvirpartin keypti hon sær til høvið.
- Eg valdi ikki at fara í føroyskan búna, men tá eg sá Klaru Nepper-Christensen, konu Mogens Nepper-Christensen, í flottum føroyskum búna angraði eg eitt sindur, sigur løgmansfrúan.
Eisini Sólrun Jákupsdóttir Rasmussen, føroyska kona danska innanríkisráðharran Lars Løkke Rasmussen, var í føroyskum búna.
Í kvøld fer løgmansparið í føroyskan búna. Tey skulu tá í kongaliga teatrið saman við brúðarparinum og hinum innbodnu gestunum.
Løgmansparið umhugsar eisini at fara í búnan til vígsluna í Vor Frue Kirke. Men til veitsluna um kvøldið fer løgmaður aftur í velafrakkan, meðan løgmansfrúan fer í korsagu úr thai-silki, sum føroyski skræddarin Beinta Wilhelmsen hevur seymað henni.
Undirhald uttan føroyskt innslag
Sum undirhald til gestirnar undir døgurðanum spældi Det Kongelige Musikkorps nøkur løg, harímillum eitt, sum bygdi á føroysku kvæðaløg. Men tá ymiskir tónleikarar og skemtarar seinni um kvøldið trinu á pallin fyri prominentu gestunum seinni um kvøldi, var einki at síggja til føroyska partin av ríkinum. Grønlendingar vóru umboðaðir av Julie Bertelsen, sum gjørdist kend í Danmark eftir at hava luttikið í Popstars kappingini hjá TV2. Hon sang ein grønlendskan sang fyri gestunum.
? Eg haldi at hon sang ótrúliga vakurt, og eg kundi ikki lata vera við at hugsa hvat Eivør Pálsdóttir, Guðrun Sólja Jacobsen ella Brandur Enni ikki kundu gjørt á hasum pallinum, sigur Jóannes Eidesgaard.
Tað er ósagt um løgmaður eisini hugsaði um Esmar Eysturoy og Kalla Mohr, tá Linie 3 upptraðkaði fyri kongaliga brúðarparinum og hinum 354 fínu gestunum.