Almennur fundur um pensjónir, bústaðir og fiskivinnu

Norðurstreymoyar Javnaðarfelag skipar fyri almennum fundi í Hósvík

Almennur fundur um pensjónreform, Bústaðir og fiskivinnunýskipan verður í bygdahúsinum í Hósvík, mikudagin 31.08 kl. 19.30.

 

Hesi økir eru sera týdningarmikil fyri okkum sum samfelag. Øll trý økir standa fyri stórum broytingum og nýskipanir skulu fremjast á bæði pensjóns- og fiskuvinnuøkinum.

 

Hetta eru mál, sum vit hava diskutera í nógv ár og har eru nógvir spurningar, sum skulu svarast.

 

Hvat ætlar samgongan at gera fyri at fremja hesi stórmál og hvat ítøkiliga ætlar Javnaðarflokkurin at gera?

 

Við á fundinum verða Aksel V. Johannesen, løgmaður, Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna og Jónleif Johannesen, formaður i tingbólki Javnaðarfloksins.