Mánakvøldið 21. oktober klokkan 19.30 verður boðið til almennan kunningarfund í Klaksvík, har greitt verður nærri frá, hvussu kommunan fer at skipa arbeiðið við kommunuætlanini, sum í høvuðsheitum skal mynda stóru linjurnar fram til 2040.
Í vár samtykti Klaksvíkar býráð, at farast skal undir eina kommunuætlan, sum eitt nú skal tryggja, at skiftandi býráð skipa og leiða kommununa inn í eina framtíð, sum byggir á haldgóðar og burðardyggar loysnir.
- Tað eru nógvir ymiskir hættir at loysa eina slíka uppgávu, men støða er tikin til, at høvuðsorðið í hesi verkætlanini er samskapan. Tað merkir, at arbeiðið skal verða væl kjølfest í býráðnum, samstundis sum allir viðkomandi partar skulu kunnast, hoyrast og takast við í arbeiðið.
Soleiðis siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag.
Skipað verður tí fyri almennum kunningarfundum, samrøðum í smærri bólkum, umframt at møguleiki skal verða at geva sítt íkast til verkætlanina umvegis teldupostin kk2040@klaksvik.fo
- Endamálið við fundinum mánakvøldið er at greiða almenninginum frá arbeiðnum við hesari heildarætlan, sum uttan iva verður eitt gott úrslit, um samstarvið millum kommununa og borgaran eydnast væl, verður lagt aftrat.