Óli M. Lassen
Hinvegin er tað líka óheppið, at kommunurnar lata pening til eitt vinnuráð við tí endamálið, at vinnuráðið skal seta partapening í feløg í kommununum. Hetta er neyvan heilt í tráð við lóggávu á økjunum, men hinivegin skal tað helst verða soleiðis, at kommunurnar kunnu veita stuðul til vanlig vinnuráð í Føroyum. Her eru nógv øki, har kommunur kunnu stuðla fyri at menna vinnuumhvørvið og førleikan hjá tí einstaka virkjunum.
Í okkara grannalondum er tað sera vanligt, at har eru virkin vinnuráð, sum arbeiða fyri at menna tann einstaka býin ella økið. Slík vinnulívsráð finnast bæði í størri býum og á smærri plássum
Hesi vinuráð virka í tøttum samstarvi við kommunurnar, og eru kommunurnar oftani við til at reka hesi vinnuráð. Her kann nevnast at kommunan í Stavanger er við í rakstrinum av Stavanger Næringsforening við umleið 2 mió. kr.
Almennur Økismenningarpolitikkur
Tá tosað verður um økismenning er upplagt, at kommunan og tað almenna er við í rakstrinum av lokalum menningarstovum og á tann hátt er við til at føra ítøkilian lokalan økismenningarpolitik, ið er grundfestur gjøgnum vitan og viljan á staðnum.
Tað kundi verið einar tríggjar økismenningarstovur í Føroyum. Hesar menningarstovur kundu verið við til at marknaðarført tey ymisku økini og hjálpt vinnufyritøkum í sambandi við messutiltøk og skipa fyri lokalum fyrilestrum, videokonferansum, gjørt kunningartilfar um økið og eina heimasíðu umboðandi økið og vinnufyritøkur tess, eins og hjálpt við til at funnið stuðulsmøkuleikar í samband við verkætlanir, vørumenning o.a. .
Økismenningarstovurnar høvdu kunnað verið eitt stað har virkiseiðarar og persónar við nýggjum hugskotum kundu vent sær til og fingið ráðgeving á staðnum ístaðin fyri at skula til høvuðsstaðin.
Ikki er neyðugt, at kostnaðurin fyri at reka eina lokala menningarstovu er meira enn eina hálva mió kr. árliga. Einstakar kommunur hava sett fólk, ið partvís virka innan menning av økjunum, og tískil er tað einki øðrvísi, um tær minnu kommurnar heldur velja at stuðla einum vinnuráði ístaðin fyri at seta fólk í fulltíðarstarv.
Føroyar í tilfeingiskreppu
Spurningurin er kanska, um vit ikki eru í einari stórari tilfeingiskreppu í dag orsaka av, at tað primert verður fokuserað upp á fimm vinnuøki ? nevniliga fiskivinnu, aling, olju, KT og ferðavinnu.
Hinvegin er tað ikki áhugi fyri ígongdsetarum og ítøkiligari økismenning, men har alt druknar í álitum, kanningum, loysingartosi, partabrævamarknað og avgjøld á fiskivinnuna v.m. Harafturat er øvundsjuka og ein lítið positiv viðgerð av vinnufólkum og vinnulívinum við til at skaða vinnuumhvørvið og ígongdsetaraáhugan.
Vit í Føroyum hava sera nógv fólk við góðum vinnuhugskotum. Í dag starvast tó fleiri uttanlands og hava selt sínu hugskot til útlendsk feløg.
Skapan av sunnum vinnubygnað
Vert er at hava í huga, at tá í tað í vesturheiminum verður tosað um at skapa arbeiðspláss og menning, so verður oftani mett, at tað er frá smáum og miðalstórum virkjum at vøksturin skal koma.
Skulu vit veruliga hava vinnumenning, og eitt veruligt ynski er, at hetta eisini skal henda í útjaðaranum, er neyðugt at fáa sett í verk ítøkiliga økismenningarráðgeving.
Tíðin er farðin frá at fólk við ígongdsetaraevnum hava áhuga í at fara til høvuðsstaðin at leska sær av vitunardepulinum. Eg eri vísur í at fleiri góðar verkætlanir ongantíð síggja dagsins ljós, tí uppfinnarin ikki hevur sparringspartnarar í sínum egna øki.
Ein økismenningarstova kundi hjálpt fyritøkum og virkjum við alskyns upplýsingum, hon kundi eisini sett størri krøv til tænastuna frá almennum stovnum, og hon kundi betra um vinnuforumið kring landið. Harafturat kundu slíkar menningarstovur skapt eitt net millum føroyskar fyritøkur og fyritøkur uttanlands.
Eftir míni meting er tað upplagt, at kommunur og tað almenna er við til at stuðla tílíkar økismenningarstovur, men harvið er ikki sagt, at tað er lætt at fåa ment verandi vinnufyritøkur og hjálpt komandi virkjum í gongd. Um tað hevði eydnast, hevði hetta samstundis verið við til at fjøltátta vinnubygnaðin og harvið økt um stabilitetin í føroyska samfelagnum.