Týski kanslarin vitjar Trump í Hvítu Húsunum

Friedrich Merz er í USA fyri fyrstu ferð síðani hann tók við embætinum í mai.

Her kemur týski samveldiskanslarin, Friedrich Merz, til Hvítu Húsini og tekur í hondina á amerikanska forsetanum. - Mynd: Kevin Lamarque/Reuters

Týski samveldiskanslarin, Friedrich Merz, kom í dag til Hvítu Húsini, har hann skal hitta amerikanska forsetan, Donald Trump.

Sjónvarpsmyndir frá staðnum vísa hetta.

Hetta er fyrstu ferð, at Merz vitjar í USA, síðani hann tók við embætinum fyrst í mai.

Á skránni í dag er fundur millum teir báðar leiðararnar í Hvítu Húsunum og felags døgurði.

Ein talsmaður fyri týsku stjórnina hevur áður sambært tíðindastovuni AFP sagt, at samrøðurnar millum Trump og Merz fara at snúgva seg um viðurskiftini millum londini.

Kríggið í Ukraina, støðan í Miðeystri og handilspolitikkur verða eisini á skránni, stendur í fráboðanini.

Friedrich Merz hevur havt ein atfinningarsaman tóna mótvegis Trump-stjórnini, síðani konservativi flokkur hansara vann valið til samveldistingið í Týsklandi í februar.

Valkvøldið ávaraði hann um, at Evropa skal gerast sjálvstøðugt av USA orsakað av tiltøkunum, sum Trump hevur sett í verk, síðani hann tók við í januar.

Merz hevur eisini verið atfinningarsamur mótvegis tollinum, sum Trump hevur lagt á.

Hóast hetta er fyrstu ferð, at Merz og Trump hittast, so hava teIR tosað í telefon áður. Hetta var stutt eftir, at Merz gjørdist kanslari.

 

/Ritzau/

 

Her kemur týski samveldiskanslarin, Friedrich Merz, til Hvítu Húsini og tekur í hondina á amerikanska forsetanum. - Mynd: Kevin Lamarque/Reuters