Almennur stovnur fær nýggjan bygning

Arbeiðið er boðið út og peningur er játtaður til at fara undir arbeiðið

Nú er arbeiðið boðið út at byggja nýggjan bygning til Sjóvinnustýrið. Bygningurin verður á Giljanesi og Landsverk sigur, at freistin at lata tilboð inn, er á miðdegi 19. mars.

Ætlanin at útvega Sjóvinnustýrinum nýggj umsitingarhøli í Vágum, er fleiri ára gomul, men tað er ikki fyrr enn nú, at gongd kemur á.

Sjóvinnustýrið var í Vágum, men flutti úr hølunum, tí umstøðurnar vóru so vánaligar, og síðani hevur stovnurin hildið til í Havn, men tá ið nýggi bygningurin er liðugur, verður flutt vestur aftur.

 Bygningurin verður mettur at kosta einar 26 milliónir. Í fjør vórðu 5,3 milliónir krónur játtaðar til endamálið, í ár eru níggju milliónir settar av, og næsta verða 12 milliónir settar av.