Landskassin fer at hava hall í fleiri ár afturat. Stígurin í búskapinum heldur fram, og tí er ógjørligt at fáa hallið burtur næstu árini. Landsstýrið vil heldur brúka fleiri pengar til íløgur, so at samfelagshjólini verða hildin í gongd, meðan vinnan hevur trupulleikar.
Tað staðfesti landsstýrismaðurin við fíggjarmálum fríggjadagin, tá ið hann legði uppskotið um fíggjarlóg fyri 2006 fram í spegilsbygninginum á Argjum.
Inntøkurnar hjá landskassanum minka við 200 milliónum næsta ár samanborið við 2002, og fallandi inntøkur í fiskivinnuni og hækkandi oljuprísir hótta búskapin. Tí verður eisini næsta ár hall á fíggjarlógini, og eg rokni við, at tað fer at taka tvey ella trý ár at fáa hallið burtur, sigur Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður við fíggjarmálum.
Landsstýrið roknar við, at hallið í 2006 verður 219 milliónir krónur. Inntøkurnar falla nakað og verða samanlagt 3,421 milliardir krónur. Útreiðslurnar verða mettar til 3,640 milliardir.
Halda hjólini í gongd við íløgum
Landsstýrið ætlar sær í 2006 at brúka 280 milliónir krónur til íløgur í Føroyum tað eru 60 milliónir krónur fleiri til innlendis íløgur enn í fjør.
Virksemisskapandi politikkurin skal halda fram. Umleið 30 prosent av løgunum fra til vega- og samferðslunetið kring landið, og íløgurnar verða spjaddar, so tær eru mest virksemisskapandi, har arbeiðsloysið er størst, sigur Bárður á Steig Nielsen.
Nógv íløgur verða lagdar í Suðuroynni, har búskaparliga støðan er verri enn nógva aðrastaðni í landinum. Landið fer at brúka 90 milliónir krónur til íløgur í Suðuroynni, og tað verður gjørt fyri at økja um virksemið har.
Landsstýrið leggur ikki upp fyri lønarvøkstri næsta ár, tí hesar útreiðslur eru vaksnar nógv seinnu árini, og nú skal haldast aftur.
Tað er betur at fáa meira virksemi við íløgum enn at vaksa um raksturin. Broytast búskaparligu útlitini, ber tað til at skerja íløgurnar, meðan tað vísir seg vera sera trupult at minka um raksturin, sigur landsstýrismaðurin við fíggjarmálum.
Tubbakið skal kosta meira
Landsstýrið fer at skjóta upp fyri løgtinginum, at punktgjaldið á tubbak hækkar, og tað fer at hava við sær ein vøkstur í prísinum á tubbaki á 10 prosent. Harafturat skal vektgjaldið á bilum upp, og her verður talan um ein vøkstur á næstan eina helvt.
Landsstýrið ætlar sær eisini at taka upp samráðingar við donsku stjórnina fyri at fáa renturútreiðslurnar hjá landskassanum niður. Hetta skal gerast við at fáa lægri rentu á skuldini til ríkiskassan, tí marknaðarrentan er væl lægri nú, enn rentan á hesari skuld varð ásett at verða í sínari tíð.
Landsstýrið hevur ikki tikið inntøkur fyri møguligar einskiljingar við í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2006. Ætlanin er at fara undir einskiljingar, men í fyrstu syftu verður ikki roknað við inntøkur til landskassan av hesum næsta ár.
Raðfestingar
Landsstýrið sigur, at í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2006 verða tey eldru, tey lesandi og heilsuverkið raðfest frammarliga. Í eldrarøktini verða fleiri nýggir stovnar tiknir í nýtslu, og raksturin verður hækkaður.
Visjón 2015 er sett á dagsskrá, og í fíggjarlógaruppskotinum fara heili 23 prosent av løgunum til útbúgving. Serliga fólkaskúlarnir og miðnámsskúlarnir verða raðfestir høgt, sigur landsstýrismaðurin við fíggjarmálum.
Hann sigur, at stórir árgangir frá fyrstu árunum í 90´unum eru á veg í miðnámsskúlan, og tí skal játtanin til hesar skúlar hækka, so at eitt vaksandi tal á næmingum kann takast inn.
Í heilsuverkinum eru tað útreiðslurnar til sjúkrahúsverkið, sum vaksa mest, og 18 prosent av løgunum verða lagdar innan heilsu- og almannaøkið. Tað eru serliga framhaldandi um- og útbyggingar á Landssjúkrahúsinum, sum tað verða brúktir fleiri pengar til.
- - -
Fakta
Landsstýrið hevur nú lagt uppskotið um fíggjarlóg fyri 2006 fram alment. Roknað verður við hesum tølum næsta ár
Inntøkur tilsamans: 3,421 mia. kr.
Skattainntøkur: 1,393 mia. kr.
Avgjøld og tollur: 1,397 mia. kr.
Blokkstuðul: 631 mió. kr.
Útreiðslur tilsamans: 3,640 mia. kr.
Rakstrarútreiðslur: 3,422 mia. kr.
Íløgur: 185 mió. kr.
Rentur: 33 mió. kr.