Alment tiltak um demens og Alzheimer

21. september er Altjóða Alzheimerdagur. Í hesum sambandi verður skipað fyri einum kunningartiltaki í Tórsgøtu frá klokkan 11 til 16.

Tórshavnar kommuna skrivar, at tað er Heilsu- og umsorganartænastan hjá kommununi, sum hevur tikið stig til tiltakið í samstarvi við Almannaverkið, Alzheimerfelagið, Demensklinikkina, Beran, Nánd og Norðoya Bú og Heimatænastu.

 

Nógvar áhugaverdar framløgur vera á skránni og tónleikaframløgur vera eisini. Høvi verður at hitta umboð fyri stovnarnar og felagsskapirnir og at fáa eitt prát.

 

Framløgurnar eru:

 

·       Demensur og útgreinan av demens, Tórmóður Stórá , yvirlækni 

 

·       Alzheimerfelagið,  Naina Túgvustein, forkvinna í Alzheimerfelagnum

 

·       Granskingarverkætlan, Maria Skaalum Petersen , granskari

 

·       At vera avvarðandi, Anna Vilhelmsen, neuropsykologur

 

·       Landssdemenssamskipan v Marjun Restorff, Demensklinikkin

 

·       Kommunal demenssamskipan, Diana J Strøm og Barbara S Djurhuus, Demensdepilin

 

·       Dagtilboð í Almannaverkinum , Súsanna Crooks,  leiðari Almannaverkið