Álopini hjá Iran og Ísrael hildu fram í nátt

Iranska kollveltingarhirðin sigur seg í nátt hava skotið hypersoniskar Fattah-1-rakettir móti ísraelskum flogvallum, og Ísrael sigur seg hava lopið á eina rakettverksmiðju nærindis Teheran

Tíðindastovan NTB veit í morgun at siga, at rakettálopini hjá bæði Iran og Ísrael á mál hjá hvørjum øðrum hildu fram í nátt.

 

Bæði Tel Aviv í Ísrael og Teheran í Iran heittu á sivilar borgarar hjá mótpartinum um at rýma úr stórbýunum, tí álop vóru væntandi.

 

Iranska kollveltingarhirðin sigur seg í nátt hava skotið hypersoniskar Fattah-1-rakettir móti ísraelskum flogvallum.

 

Vanliga verður sagt, at ein hypersonisk rakett er ein rakett, sum ferðast skjótari enn ljóðið.

 

Sambært ísraelsku ávísini, Haaretz, vórðu 25 rakettir sendar úr Iran í tveimum umførum.

 

Á hinari síðuni hevur Ísrael eitt nú lopið á eina rakettverksmiðju uttan fyri iranska høvuðsstaðin, Teheran.

 

NTB veit eisini at siga, at Ísrael hevur lopið á sonevnda Imam Hussein-universitetið, ið sagt verður at hava tilknýti til iransku kollveltingarhirðuna.