Álopsspælarin er aftur á Skála

ÍF er undir Mýruhjalla fyri at royna at vinna ársins fyrsta sigur

Meðan Víkingur og HB í Sarpugerði stríðast um finalupláss í kappingini um løgmanssteypið, so fyrireika teir seg á Skála til landskappingardyst. ÍF er gestur undir Mýruhjalla, har fyrsta bríksl verður klokkan 18.30.

 

Fuglfirðingar vóna framvegis at vinna ársins fyrsta sigur í landskappingini. ÍF hevur bara trý stig, og tað er mest sum avgjørt, at ÍF í 2025 fer at spæla í næstbestu deildini. Sammett við heimadystin ímóti B36, so eru onkrar broytingar á liðnum. Tonni Thomsen og Uros Stojanov, sum vóru leikbannaðir, eru aftur millum teir fyrstu ellivu, og teir avloysa Petur Meinhard Lundsbjerg og Rúnar Johnsson.

 

Eftir 1-0 tap við Margáir ímóti EB/Streymi er Skála bara eitt stig frá niðurflytingarstrikuni. Við Margáir var stórur saknur í álopsspælaranum Maxwell Effiom. Fyrr í vikuni vóru boðini av Skála, at álopsspælarin framvegis var skaddur, men hann er millum teir fyrstu ellivu í kvøld. Undir upphitingini varð Karl Martin Johansen skaddur, og tí avloysir Andreas Egeberg Jacobsen á framrættaðum miðvallarplássi.

 

Skála – ÍF kl. 18.30

 

Dómari: Alex Troleis

 

Skála: Karstin Hansen – Bjarti Thorleifsson, Jákup Jakobsen, Markus J. Hellisdal, Atli Djurhuus Petersen – Nicolai Dohn, Emil Rosenborg – Ari Ó. Ellingsgaard, Ragnar Skála, Andreas Egeberg Jacobsen – Maxwell Effiom

 

Venjari: Pauli Poulsen

 

ÍF: Jákup Nolsøe Olsen – Bogi Reinert-Petersen, Peter S. Ullum, Karl Løkin – Símun Kalsø, Jóhann J. Højbro, Ruben Møller-Nielsen, Tonni Thomsen – Jákup Andrias Thomsen, Uros Stojanov, Silas Gaard

 

Venjari: Ólavur Larsen