Sambært Danmarks Radio eru líkindi fyri, at bæði fólkatingsumboðini úr Føroyum fara at stuðla stjórnini hjá Helle Thorning-Schmidt. Men so lætt verður tað kortini ikki.
Tað sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, sum er tann tjóðveldismaður, sum oftast og longst hevur umboðað Tjóðveldi á Fólkatingi.
– Nei, vit læsa okkum ikki føst til reyða ella bláa veingin í Fólkatinginum frammanundan. Tað snýr seg um, hvør partur vil geva Føroyum størri avgerðarrætt, sigur Høgni Hoydal, tá vit spyrja hann, um veruleikin er so einfaldur, sum Danmarks Radio vil gera tað til – um so skuldi verið, at eitt javnaðarumboð og eitt tjóðveldisumboð verða vald at umboða Føroyar á Fólkatingi.
Søgan hjá Danmarks Radio í gjár – TRÝST HER FYRI AT LESA SØGUNA – var, at reyði vongurin hjá Helle Thorning-Smidt nærkast tveimum umboðum úr Føroyum, tí at Tjóðveldi kann vinna umboðið frá Sambandsflokkinum, sum ikki hevur so góðan vind í seglunum sambært veljarakanningum til løgtingsvalið. Tað verður kortini gjørt vart við, at úrslitið frá einum løgtingsvali ikki beinleiðis kann flytast yvir á eitt fólkatingsval í Føroyum.
Um um so var, at Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi vunnu sessirnar, so hevði tað verið fyrstu ferð síðani 1975, at føroyingar sendu tvey vinstrasinnað umboð á Fólkating. Og tað tulkar Danmarks Radio sum um, at tvær atkvøður verða fyri Helle Thorning-Schimdt sum forsætisráðharra. Og tað kundi verið avgerandi fyri reyðu stjórnina í Danmark.
– Men so lætt skal tað ikki verða, sigur Høgni Hoydal.
Hann leggur dent á, at tað er ikki givið upp á forhond, at Tjóðveldi stuðlar eini reyðari stjórn í Damark.
– Vit hava jú altíð sagt, at vit leggja okkum ikki út í innanríkispolitikk í Danmark. Men tað verður ein samráðingarstøða um, hvør partur vil flyta fleiri avgerðarøki til Føroyar, sigur Høgni Hoydal.
Hóast hesa støðu hjá Tjóðveldi, so kann støðan gerast tann, at eitt fólkatingsumboð hjá Tjóðveldi verður avgerandi atkvøðan, sum skal gera av, um Danmark skal hava eina reyða ella eina bláa stjórn – ella um forsætisráðharrin eitur Helle Thorning-Schmidt ella Lars Løkke Rasmussen. Tey, sum fylgja væl við í politikki vita, at føroyapolitikkurin hjá donsku stjórnini er nett hin sami, um stjórin er reyð ella blá. Tí er hugsandi, at eitt tjóðveldisumboð á Fólkatingi so ella so verður noytt at stuðla eini reyðari danskari stjórn.