Tað er í tøkum tíma, at spurningurin um viðurskiftini hjá føroyskum sjófólki við ALS skipanina verður tikin upp. Her er talan um eitt sosialt og vinnupolitiskt mál. Tað er ikki løgið, sjómenn eru misnøgdir við ALS. Teir skulu gjalda til skipanina, men fáa einki úr henni. Sum skipanin virkar í dag, mugu sjófólk sigast upp, skulu tey sleppa inn í skipanina. Hetta merkir, at tá skip fara á beding ella liggja, so merkir tað fyri manningina, at hon ongan stuðul fær ALS. Tað ber sjálvsagt illa til hjá reiðarínum at siga manningini upp, fyri at hon skal fáa útgjald frá ALS. Við uppsøgn fylgir, at manningin er tøk á arbeiðsmarknaðinum, og kann tí av ALS krevjast í annað starv. Vinnumálaráðharrin hevur gjørt av, at øll skipanin skal endurskoðast fyri at fáa greiði á ivaspurningum viðvíkjandi sjófólki og viðurskiftum teirra við ALS skipanina.
Fiskivinnan hevur trupulleikar av ymsum sløgum at dragast við. Ein trupulleiki er spurningurin um rekrutteringina. Tað var tann tíð, tá so at siga einhvør føroyskur unglingi droymdi um eitt spennandi og vællønt lív á sjógvi. Hóast sjólívið mangan bæði var vandamikið og strævið, so dróg havið ungar menn og lutvíst eisini kvinnur til sín. Hetta er alt broytt nú, og reiðaríini hava, við fáum undantøkum, trupult við at fáa nóg mikið av fólki til skipini. Tað eru sjálvsagt nógvar ymiskar orsøkir til henda trupulleika. Ein orsøkin er, at sjófólk í ávísum førum ikki hava ikki somu sømdir sum løntakarar á landi. Tá rætt skal vera rætt, so hava fiskimenn hinvegin ávísar skattligar fyrimunir og eitt nú telefonfrádrátt, men hesi viðurskifti uppvega als ikki teir vansar, ið fiskimaðurin annars hevur í sínum arbeiði umborð. Tað er tí mest frá einum vinnupolitiskum sjónarmiði eisini eitt gott og rætt stig at taka at javnseta løntakarar á sjógvi og landi við atliti at ALS. Hetta kann uttan iva lætta um rekrutteringina til teir partar av fiskiskipaflotanum, sum í løtuni hava tungt við at fáa fólk.
Ein annar vinnupolitiskur partur av hesum máli snýr seg um FAS skipanina. FAS-skipanin er eisini undir Vinnumálaráðnum, sum nú hevur sett sær fyri at fáa skipanina at virka soleiðis, at hon verður áhugaverd fyri útlendsk reiðarí. Vit hava áður viðgjørt hetta mál, eitt nú í serblaðnum Vinnan og í rásini. Tað er uppá tíðina, at FAS skipanin fæst at virka eftir ætlan, soleiðis, at hon kann gerast eitt veruligt vinnuligt alternativ. Her skulu gerast ymsar broytingar og tillagingar, og í hesum høpi er ALS skipanin ein trupulleiki, sum ein loysn má finnast á. Vinnumálaráðið eigur at finna eina loysn fyri tey sjófólk, sum sigla við skipum, ið eru skrásett undir FAS og koma við uppskotum um lógarbroytingar samsvarandi. Við at endurskoða ALS kann sostatt fáast loysn á einum sosialpolitiskum so væl sum einum vinnupolitiskum trupulleika.