Arbeiðsloysið í Føroyum heldur fram at minka. Tað vísir tann nýggjasta uppgerðin hjá Hagstovuni. Uppgerðin vísir at í juni var arbeiðsloysið 1,2 prosent. Í januar var tað 1,5 prosent, men so minkaði tað niður í 1,3 prosent í mai og nú er tað so aftur kvinkað eina tonn niðureftir.
Hagstovan sigur, at arbeiðsleys eru tey, sum eru skrásettir hjá ALS og Almannaverkinum, og sum ikki at hava arbeiði, men sum annars eru fult tøk at arbeiða, og sum søkja um arbeiði
At arbeiðsloysið er 1,2 prosent í juni, merkir, at knappliga 350 fólt eru fulltíðararbeiðsleys – men tilsamans eru tað 430 fólk, sum eru rakt av arbeiðsloysi.
Í juni í fjør var arbeiðsloysið 1,8 prosent, men síðani er tað støðugt minkað. Annars er arbeiðsloysið heilt javnt býtt ímillum kynini, men í juni í fjør var tað 1,8 prosent hjá monnum og 1,5 hjá kvinnum.
Í juni vóru 12,3 prosent av teimum arbeiðsleysu, langtíðararbeiðsleys. Tað vil siga, at tey høvdu verið arbeiðsleys meira enn eitt ár. Sama mánað í fjør vóru 7,3 prosent langtíðararbeiðsleys.
##med2##
Sum talvan oman fyri vísur, var arbeiðsloysið lægst í Norðoyggjum, har tað var 0,6 prosent og tað er hægst í Suðuroy, har tað er 2,1 prosent, ella nakað væl yvir miðal arbeiðsloysið í landinum.