Alsamt fleiri fólk brúka oyggjaleiðir. Tað vísa nýggjastu hagtølini hjá Strandfaraskip Landsins, nú stovnurin hevur dagført hagtølini fyri ferðandi og akfør í 2017.
Á teimum átta farleiðunum hjá Strandfaraskip Landsins, ið fáast við ferðafólkaflutning, vóru tað í 2017 663.640 ferðafólk. Tilsvarandi tal í fjør var 635.037, og er talið vaksið á hvørjum ári síðan 2013.
Av teimum er Suðuroyarleiðini tann størsta við 250.305 ferðafólkum og síðan kemur Sandoyarleiðin við 208.189 ferðafólkum.
Minstu ferðafólkafarleiðirnar vóru Skúvoyarleiðin, har Strandferðslan í 2017 flutti 5.287 ferðafólk og Hestleiðin, har Strandferðslan í 2017 flutti 6.264 ferðafólk.
Talið av fluttum akførum á farleiðunum hjá Starndferðsluni vaks eisini í 2017. Strandferðslan flutti 144.315 akfør í 2017, ið er umleið 10.000 akfør fleiri enn í 2016, tá talið var 134.339.
Hóast talan er um ein vøkstur í talinum av fluttum akførum, so er tað kortini minni enn í 2009, tá Strandferðslan flutti heili 149.135 akfør millum oyggjarnar.