Alt er broytt uttan kundarnir

Á kondittarínum í hjartanum í miðbýnum er alt broytt í mun til tað, sum tað var fyrr. Tað eru bæði starvsfólk og teir føstu fúsu samd um. Men tað er ikki einstýðandi við, at tað er broytt til tað verra

Tað var næstan mett sum ein tragedia fyri teir føstu fúsu á Kondittarínum, tá tað lat aftur í fjør. Men nú hevur Nordin Manai sligið dyrnar uppaftur, og allir stamkundarnir streyma inn í hópatali. Men hóast møtistaðið hjá teimum mongu er latið uppaftur, so er tað ikki júst, sum tað plagdi at vera.
? Hetta er ikki tað sama. Her er vorðið eitt sindur kaldari inni, og kaffið smakkar ikki eins væl, sigur ein av teimum, sum hevur havt fastan sess í horninum á Kondittarínum.
Men teir eru allir á einum máli um, at tað er gott, at Kondittaríið er latið uppaftur. Meðan tað hevur verið stongt, hava teir hildið til uppi í Norðurlandahúsinum, og har hildu teir tað var fínt at vera. Minus-síðan var bara tann, at tað letur ikki upp fyrr enn klokkan 10 um morgunin.
? Kondittaríið liggur væl fyri, og vit ivast ikki í, at teimum ungu dámar betri hesar nýggju umstøðurnar, siga teir.

Ongantíð tað sama
Teir eru eisini samdir um, at nú eru teir á ein hátt komnir heim aftur. Tó er nógv sum er broytt. Til dømis er tað sjálvtøka nú, og tað er eisini nakað ein skal venja seg við.
? Tað verður ongantíð tað sama aftur, so vit skulu líka venja okkum við hetta. Men tað verður uttan iva fínt.
Í horninum verður tosað um mangt og hvat. Beint nú er tað valið, sum stendur ovast á dagsskránni.
? Ja, alt sum verður samtykt í landsstýrinum og í Gundadali verður kjakast um her áðrenn, letur skemtandi úr einum, og allir hinir grína samtykkjandi.
Tríggjar av teimum, sum arbeiddu á kondittarínum áðrenn tað lat aftur, starvast nú aftur á Kondittarínum, og tað seta stamkundarnir stóran prís uppá.
? Tað hevur alt at siga, at tær eru her. Um tær ikki vóru her, so vóru vit neyvan sitið her nú.

Broyttar umstøður
Tær báðar Randi Ziska og Ann Justinussen eru tvær av teimum, sum arbeiddu á Kondittarínum áðrenn, og sum nú eru vendar aftur til gamla arbeiðsplássi. Ann hevði arbeitt har í hálvt fjórða ár, tá tað lat aftur, og Randi hevði verið har í heili 28 ár.
? Tá vit fóru heim, so var tað ongantíð meiningin, at vit skuldu byrja aftur, sigur Randi Ziska.
? Men tá eg varð spurd, so mátti eg hugsa meg eitt sindur um, men eg valdi so at taka av.
Ann var hinvegin ongantíð í iva um, at hon fegin vildi aftur til gamla arbeiðsplássið.
? Tað tekur eitt sindur av tíð at venja seg við at vera aftur. Her er alt broytt uttan kundarnir, siga tær báðar.
Nú er úrvalið bæði størri og øðrvísi, og talan verður um bæði morgun- og frokostbuffét. Sum er nú, so er eisini bert opið í dagtímunum frá 9-18, men frá komandi viku, verður eisini opið um kvøldarnar.
? Sjálvt um alt er so nógv broytt, so eru vit ógvuliga spentar uppá hetta nýggja, sláa Randi Ziska og Ann Justinussen tó fast.