- Hatta var ein dystur, sum átti at enda 0-0. HB hevði kanska eitt lítið yvirtak í fyrra hálvleiki, meðan vit høvdu eitt lítið yvirtak í seinna hálvleiki. Talan gjørdist eisini um tveir hampuligar møguleikar í part, men tað var so at siga alt, helt pólverjin um sjálvan dystin.
Tað var annars líkt til, at leikandi venjarin saknaði vanliga álopsfelaga sín, Robert Cieslewicz undir liðini á sær uppi í álopinum, men hetta vildi hann ikki á nakran hátt nýta sum umbering:
- Tá vit spæla við einum áleypara krevur tað, at vit eisini hava ógvuliga framrættaðar vongverjar. Hetta royndu vit, men tá HB alla tíðina helt sínum bakkum afturi, var sera trupult hjá okkum at koma ígjøgnum, eins og tað hjá mær var ringt at skapa nakað sjálvur, var einasta viðmerkingin vit fingu um hetta.
Alt er opið
Og gullvónin hjá VB livir framvegis væl, sum vit skiltu á venjaranum. Í so máta helt hann ikki, at talan var um nakran katastrofalan stigamiss móti HB:
- Tað er framvegis fullkomuliga opið, hvør fer avstað við gullmerkjunum. Í mínum eygum hava B68, VB og HB øll eins góðar møguleikar, og heldur ikki kunnu B36 og NSÍ avskrivast. Vit ætla so at gera tað, sum vit kunnu, til tess at vinna eina so góða endastøðu sum gjørligt.
Um hetta seinasta skal leggjast afturat, at tá vit tosaðu við Krzystof beint eftir dystin, vóru hinir dystirnir ikki liðugt leiktir, og at vit tí ikki kendu úrslitini av hesum dystum. Úrslit sum efitr øllum at døma hava tveitt bæði B36 og NSÍ út úr gullkálvadansinum.