Tað er alt púra opið undan seinnu hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið. Seinnu hálvfinalurnar vera hósdagin 25. mai, sum er Kristi himmalferðardagur.
Í kvøld endaði tað 1-1 í grannauppgerðini í Gundadali, har B36 átti heimavøll ímóti HB.
Bæði málini vórðu skorað í fyrra hálvleiki. Miðvallarin Heðin Hansen setti hol á fyri HB beinanvegin eftir horna frá Róki av Fløtum Jespersen, og miðskeiðis í fyrra hálvleiki javnaði miðvallarin Róaldur Jakobsen eftir framúr fínt uppspæl, har Christian R. Mouritsen átti uppspælið.
Í Klaksvík endaði tað 2-2 millum KÍ og NSÍ. Gestirnir løgdu seg framum eftir tíggju minuttir. Eftir langa sending fram ímóti brotsteiginum megnaði Klæmint A. Olsen at temja bóltin, áðrenn hann sendi hann framvið Kristiani Joensen í KÍ málinum.
Heimamenninir vóru øgiliga uppsettir, tá ið teir komu á vøllin eftir steðgin, og tað bar skjótt úrslit við sær. Liðformaðurin og miðverjin Jonas Flindt Rasmussen javnaði, eftir at Jóannes Bjartalíð við frísparki frá brotsteigarsamankomingini í vinstru hevði lagt innfyri. Lítla løtu seinni var KÍ uppspælið fínt í høgru, og tá ið tað varð lagt innfyri, var tað Jóannes Bjartalíð, sum setti bóltin í málið.
Í tíðini, sum Lars Müller legði aftrat, eydnaðist tað NSÍ at javna til 2-2. Tobias Olesen legði innfyri, og Pól Jóhannus Justinussen var hægstur og stýrdi bóltin í málið.
Finalan um løgmanssteypið verður leygarkvøldið 26. august.
Tað varð fylgt við gongdini á in.fo
http://www.in.fo/matches/?L=lijaywfngz
KÍ-NSÍ 2-2 (0-1)
0-1: Klæmint A. Olsen 11.
1-1: Jonas Flindt Rasmussen 49.
2-1: Jóannes Bjartalíð 59.
2-2: Pól Jóhannus Justinussen 92.
Dómari: Lars Múller
KÍ: Kristian Joensen - Jonas Flindt Rasmussen, Hørður H. Askham, Ólavur Niclsen (Hjalgrím Elttør, 46.) - Sørmundur Kalsø, Semir Hadzibulic, Jákup B. Andreasen, Ísak Simonsen - Jóannes Bjartalíð (Ahmed Mujdragic, 90.) - Albert Adu (Dion Splidt, 72.), Páll A. Klettskarð
Gult kort: Semir Hadzibulic, Jonas Flindt Rasmussen, Jákup B. Andreasen
Venjari: Mikkjal Thomassen
NSÍ: Símuin Rógvi Hansen - Tobias V. Olesen, Per Langgaard, Jens Joensen, Jan Ó. Ellingsgaard (Einar Tróndargjógv 19.) - Kar Løkin, Betuel Hansen - Árni Frederiksberg, Pól Jóhannus Justinussen, Bárður J. Hansen (Petur Knudsen, 88.) - Klæmint A. Olsen
Venjari: Anders Gerber
B36-HB 1-1 (1-1)
0-1: Heðin Hansen 4.
1-1: Róaldur Jakobsen 18.
Dómari: Petur Reinert
B36: Tórður Thomsen - Erlendur Magnusson, Andrias H. Eriksen, Odmar Færø, Alex Mellemgaard (Pætur Petersen 29./Philip Lund 70.) - Róaldur Jakobsen, Eli Falkvard Nielsen - Christian R. Mouritsen, Gestur B. Dam, Benjamin Heinesen (Gilli Samuelsen 85.) - Patrik Johannesen
Gult kort: Róaldur Jakobsen
Venjari: Jákup á Borg
HB: Teitur Matras Gestsson - Levi Hanssen, Jóhan Troest Davidsen, Poul Thomas Dam, Dánjal Pauli Lervig (Heri H. Mohr 29.) - Tróndur Jensen, Rókur av Fløtum Jespersen (Ari Mohr Olsen 81.), Heðin Hansen - Sebastian Pingel, Aleksandar Stankov, Símun Samuelsen (Adrian Justinussen 65.)
Gult kort: eingin
Venjari: Sigfríður Clementsen