Alt fleiri kvinnuligir íverksetarar í Danmark

Dreymurin um at vera stjóri í egnum virki, fyllir alt meira í hugaheiminum hjá lesandi kvinnum í Danmark.

Vinnulív

Meðan parturin av øllum lesandi á lærdum háskúla í Danmark, ið stovnar egið virki, bert er vaksin út 9,2 prosentum upp í 9,5 prosent, frá 2004 til 2006, sær talið væl øðrvísi út, um hugt verður eftir teimum kvinnuligu lesandi. Har er parturin av kvinniligum íverksetarum nevniliga vaksið úr 17,8 prosentum í 2004 upp í 39,6 prosent í 2005, stendur at lesa inni á heimasíðuni hjá javnstøðunevndini www.javnratt.fo.
Samstundis er meiri enn helmingurin av teimum lesandi, sum ætla at stovna egið virki, kvinnur.
- Orsøkin er eitt nú vaksandi áhugi í almenna rúminum fyri kvinnuligum íverksetarum, sigur Helle Neergaard, lektari við Handilsháskúlan í Århus við sergrein um kvinnuligar íverksetarar.
- Tað hevur havt eina positiva ávirkan, at fjølmiðlarnir í størri mun hava áhuga fyri kvinnuligum íverksetarum. Haraftrat verða eisini fleiri skeið hildin um íverksetan í lestrartíðini, sigur hon.
www.javnratt.fo