Ólavur í Beiti
Jens Hansen, sum eigur felagið Atlantic Diving saman við Edvard Kjeld, gav tilboð inn til Tórshavnar Havn um at rudda óruddi upp sum sløddist á botninum við stóru bryggjuna á Sundi, og eisini umfataði hetta tilboð at seta zink-anotir á stálkonstruktiónina í bryggjuni.
Arbeiði at fáa óruddi upp er nú liðugt, og sambært Jens Hansen, var tað ikki smávegis órudd, sum lá á botninum uttan um bryggjuna. Har var alt frá málingablikkum til bilvrak, og eisini lá stórt trolspæl á botninum sum vigaði 2 tons. Og nú um dagarnar komu kavaranir eisini fram á eina brúkta teldu, og borðiskar til eitt vælútgjørt gistingarhús.
2m høgur dungi
? Á einum stað var ruskdungin heilar 2 metrar høgur, sigur Jens Hansen., ið er ikki sørt bilsin. Hann greiður eisini frá, at nú meðan arbeitt hevur verið, eru bilar komnir oman á bryggjuna, og fólk hava bara tveitt alt órudd á bláman.
Spurdur, um fólk tveita óruddið útav bryggjukantinum á Sundi, tí tað kostar at fara á Kommunalu Orku- og Brennistøðina við tí, sigur Jens Hansen, at tað eru bert virkini, sum gjalda fyri at koyra rusk á KOB.
Brennistøðin átti at lýst meiri.
? Eg haldi Kommunala Orku- og Brennistøðin hevur gjørt ov lítið við at fortalt privatfólki, at tað er ókeypis at sleppa av við ruskið á KOB. Tað kann ikki vera nøkur onnur orsøk til, at fólk heldur velja at tveita sítt rusk útav bryggjukantinum á Sundi, metir Jens Hansen.
Atlantic Diving hevur eisini Føroya Kavaraskúla, har undirvíst verður í at kava, og eitt av økjunum, næmingarnir hava kavað á, er hetta øki á Sundi.