Alt og einki

Oddagrein:

Tað er ikki yvir at dylja, at ABC 2 samgonga er í tungum sjógvi. Orðaskiftið um løgmansrøðuna avdúkaði, at samgongulimir eru ósamdir um Ólavsøkupakkan og hetta orðaskifti sumn heild gav eina mynd av eini samgongu, sum ikki er samd og sum hevur trupulleikar við at fokusera.

 

Tveir samgongulimir hava víst á álvarsom brek við samgongupolitikkinum og við ólavsøkupakkanum. Fyrrverandi løgmaður Edmund Joensen hevur víst á, at løgmansrøðan gevur eina alt ov bjarta mynd av samfelagnum og, at politiska kósin er skeiv. Samstundis hevur júst fráfarni landsstýrismaðurin Hans Pauli Strøm víst álvarsom brek við ólasøkupakkanum.

 

Ábreiðslurnar frá Edmundi eru sera álvarsamar og eiga at elva til umhugsan í samgonguni. Edmund ger vart við nakað, sum mong hava langt til merkis, nevniliga at samgongan vil alt – men kortini vil hon onki, og tí kemur alt ov lítið burturúr. Hetta er, sigur Edmund, ein grundleggjandi trupulleiki og hann nevnir nøkur dømi um hesa støðu: Vit vilja vit sleppa uppí hjá ES – og hjá EFTA! Búskaparliga vilja vit bæði trýsta á speedaran og á bremsuna! Fiskivinnupolitiskt vilja vit hava burðardygga veiðu – men vit halda fram við ovurveiðuni! Kommunalpolitiskt vilja vit hava færri og sterkari kommunur – men vit tora ikki at leggja tær saman við lóg! Skúlapolitiskt tosa vit um eitt vitanarsamfelag – men vit halda fram at senda ung fólk av landinum at lesa og læra alla aðrastaðni enn í Føroyum. Edmund ger vart við, at hesar mótstríðandi ætlanir kunnu ikki halda fram.

Ein partamaður Edmunds, Magni Laksafoss, hevur eisini verið úti við rívuni og sagt sum sína meining, at ólavsøkupakkin hvørki ger frá ella til.? ?Hans Pauli Strøm hevur gjørt vart við ta álvarsomu sosialu slagsíðu, sum ólavsøkupakkin hevur. Farið verður eftir teimum veikastu við tað, at nartlað verður burturav fyritíðarpensiónini. Hetta er ein álvarsom atfinning. Lat so vera at Hans Pauli rósar pørtunum ud útbúgving og gransking, sum avgjørt eru rós verdir.

 

Atfinningarnar frá samgongulimum líkjast nógv atfinningunum frá andstøðufólkum og hetta er eitt ófrættatekin fyri samgonguna. Hetta kann ikki halda fram, tí okkara samfelag tolir ikki ta óvissu, sum allar hesar afturvendandi atfinningarnar skapa. Vit mugu nú hava eina avkláring ud ES málið – tá Ísland er vorðið limur er ov seint. Vit mugu fáa skila fiskivinnupolitikkin, áðrenn ov seint er og vit mugu fáa ein skilagóðan kommunbygnað, sum er meginfortreytin fyri øllum nútímasgerðunu á skúla og útbúgvingarøkinum eins og á øðrum økjum. Vit mugu fáa fíggjarstovnarnar at taka størri váða og vit mugu fáa ein veruliga vinnufremjandi búskaparpolitikk, sum kann fáa fólk og vinnulív at trúgva á framtíðina. Tað er satt sum sagt, at løgmasrøðan er ovuroptimistisk og appellerar til kenslurnar. Tað kann vera gott og væl men í gerandisdegnum skal annað og meira til enn føgur orð.