Vit eiga at fáa eina heilan samfelagsnýskipan í Føroyum.
Tað heldur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin.
Løgtingið viðger í løtuni eitt uppskot frá trimum eysturoyartingmonnum um at leggja almennar stovnar út á bygd
Í hesum sambandi vilja teir hava Løgtingið at samtykkja at Landsstýrið skal kanna, hvussu almennir stovnar kunnu leggjast á bygd.
Og tá ið Løgtingið viðgjørdi málið, helt Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir,, at tað hevur stóran týdning, at tað, sum er lagt út á bygd, fær frið.
Hinvegin skulu vit eisini vera varin við at skrykkja stovnar í Havn upp við rót og flyta teir í eyst og vest.
Men hon vísir á, at nú skulu vit hava eina fiskivinnunýskipan, fer tað at geva landskassanum fleiri inntøkur. Tí sær hon eisini fyri sær, at vit fara at fáa fleiri almennar stovnar. Tískil heldur hon eisini, at vit eiga at fáa eina beinleiðis samfelagsnýskipan, har ein heildarætlan verður løgd fyri, hvussu Føroya lands skal síggja út í framtíðini.
Og í tí sambandi má aðalmálið verða, at tað skal býtast so javnt ímillum øll økini í landinum
Annars helt hon, at uppskotið um at fáa landsstýrið at kanna, hvussu almennir stovnar, skynsamiliga kunnu verða lagdir úti um landi, kundi verið beinleiðis avskrift av tí, hon hevur skrivað fleiri ferðir.
– Vit eiga at hava virðing fyri øllum útflutningsvirðinum, sum verður skapt kring landið og tí eiga tey ymsu økini eisini at fáa sín part av tí almenna virkseminum, sum er, heldur hon.