Alt samfelagið liggur lamið í dag

Løgreglan hevur fingið boð um fleiri skaðar í nátt, men talan er um smáskaðar

Tað er rættiliga nógvur vindur í morgun og at kalla alt samfelagið liggur lamið. Alt virksemi hjá Strandferðsluni liggur lamið og sostatt koyra eingir bussar og eingi skip sigla.

Fyribils er støðan tann, at Smyril er ikki farin til Havnar í morgun og sostatt er túrurin av Havnini nú klokkan 8.45 eisini avlýstur.

Tískil verður túrur klokkan 11.30 av Krambatanga. Teistin siglur í fyrsta lagið klokkan 18.35 í kvøld og Ternan siglur í fyrsta lagið klokkan 16.20. Hinvegin fyriliggur einki um, nær Spógvin, Sam, Ritan og Sildberin, fara aftur í sigling.

Annars verður støða tikin til sigling og koyring so hvørt.

Somuleiðis er eisini ólag á flúgvingini í dag og Posta hevur avlýst alla postútbering. Heldur ikki IRF fer runt eftir ruskposum í dag, og nógvir skúlar hava avlýst skúlagongdina í morgun.

Løgreglan sigur, at tey hava fingið fleiri fráboðanir um skaðar, men talan er ikki um stórar skaðar. Talan er um tekjur, sum eru loysnaðar, onkur skorsteinur er koppaður og onkur ítróðrarbátur hevur slitið.

Í hesum førum fáa bjargingarlið og sløkkilið boðini og tey taka sær so av arbeiðnum at bjarga støðunum.

Annars er tað rættiliga nógvur vindur kring alt landið og Landsverk sigur, at summastaðni kavar tað eisini.

Serliga ringt er á Gjáarvegnum, har tað er nógv jarðrok í ælunum, so heitt verður á bilførarar, sum koyra har um at vísa serligt varsemi.

Annars er hann yvir 30 metrar um sekundið nógvastaðni og á Fámjinsvegum, í Skopun og á Norðadalsskarði er hann yvir 40 metrar um sekundi.

Sambært veðurforsøgnini verður tað um døgverðatíð at hann fer at minka vindin aftur.