Finnbogi Midjord sigur, at í summar verða hann og familjan heima orsakað av koronu-sjúkuni í heiminum. Summarið verður hildið í Føroyum, og tað verður eingin túrur av landinum í ár.
Ferðast tú eisini í egnum landi?
- Ja, vit fara í bátin, tá veðrið er til vildar, og vit fara eisini til kamping.
Væntar tú, at korona fer at merkja hetta summarið í Føroyum?
- Ja, tað eri eg bangin fyri.
Hvat heldur tú um summarveðrið higartil, nú farið er um longsta dag?
- Hvat summarveður, kundi eg spurt. Tað er so ikki komið enn, sigur Finnbogi Midjord, sýslumaður.