Alt til lands  –  í Norra

Hvat er tað sum ger, at okur í Føroyum gera so lítið fyri at verja okkara fiskvinnuvitan? Okur eru vælsignaði við ovurhonds stórum fiskatilfeingi, serliga uppisjóvarfiski. Men allíkavæl verður størri og størri partur lóggivin av landinum.

 

Føroyar vóru boykottaðar av ES, og her serliga harðliga av norsku stjórnini, sum stongdi havnir fyri føroyingum, boykottaðu Føroyar og allar fiskivinnuavtalur landanna millum.

 

Føroyingar tóku saman hendur og stóðu ímóti áganginum og bygdu nøkur av mest framkomnu fiskavirkjunum í vesturheiminum. Revsitollur á 2 kr/kg bleiv lagdur á makrel, sum bleiv landaður uttanlands. Hetta fyri at verja føroyska framleiðslu og føroysk arbeiðspláss, og fyri at gagnnýta egið fiskatilfeingi og verja vunnin rættindi.

 

Hetta hevði ta jaligu avleiðing, at tað komu 100 tals nýggj arbeiðspláss á landi og enn fleiri í avleiddum virksemi, til gagns fyri Føroya land.

 

Tað er longu “en saga blot”, tí seinastu árini er aftur vent í holini. Nú verður lagt nógv fyri, at “hjálpa” Norra og norskum fiskavirkjum.

 

Undanfarna samgonga legði frá landi við at loyva upp til 15% landing uttanlands, umframt tíðaravmarkaðar landingar uttanlands, serliga av svartkjafti.

 

Sitandi samgonga førir, tíverri, stafettina víðari.

 

Nú kunnu 25% av veiðuni av svartkjafti, makreli ella norðhavssild, landast og avreiðast uttanlands.

 

Landsstýrismaðurin hevur 18. mars eisini lýst kunngerð, sum viðførir, at 40% av makrelinum og 100% av allari norðhavssildini, sum føroysk fiskifør fiska í norskum sjógvi, kunnu landast og avreiðast um bryggjukant uttanfyri Føroyar.

 

Harumframt hevur landsstýrismaðurin 9. apríl lýst aðra kunngerð, sum staðfestir, at undantak verður givið frá at landa svartkjaft í Føroyum til og við 16. juni 2025.

 

Tað eigur at liggja fremst í áhugamálum Føroya og fiskivinnumenningini í Føroyum, at okur leggja upp til og nógv fyri, at vaksa um framleiðsluna í Føroyum, heldur enn at flyta dýrabæra tilfeingið til onnur at meirvirka, samstundis, sum føroysk verkafólk ikki sleppur til arbeiðis og  føroysku fiskavirkini standa eftir við turrum gólvum.

 

Slagorðið var einaferð – ALT TIL LANDS!

 

Tað er tað enn, bara við einum ískoyti.

 

ALT TIL LANDS – í NORRA! Ella, ALT UTTANLANDS!

 

Tað er ein skeiv og vandamikil kós, ið nú er plottað í kortið, sum má rættast til!

 

 

 

Bjarni Hammer