Alt verður avgjørt í hesi vikuni

KÍ hevur møguleika longu mikukvøldið at tryggja sær enn eitt FM heiti í kvinnufótbólti

Tað gekk, sum tað kundi roknast við, tá ið næstsíðsta umfar í kvinnukappingini í fótbólti var á skránni ídag. EBS/Skála og KÍ vunnu sínar dystir, og harvið er tað framvegis spenningur í toppinum.

B36 vann 1-0 á Svangaskarði og hevur tryggjað sær bronsukrónurnar. B68 hevur ongan dyst vunnið í ár, men í dag var tað ikki so langt frá, at tað eydnaðist at greiða javnleik. B36 sigursmálið skoraði Brynhild M. Haraldsen, tá ið tað restaðu tíggju minuttir.

 

 

EBS/Skála átti heimavøll undir Mýruhjalla á Skála, og heimaliðið vann 2-0 ímóti HB. Landsliðsspælarin Birna Johannesen setti hol á miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Hon hevur leingi verið skaðadarvað, men nú er hon komin fyri seg aftur.

Margunn Lindholm staðfesti sigurin tíggju minuttir eftir steðgin. Harvið lyfti hon seg upp á máltindin. Margunn hevur skorað nítjan mál, og Milja R. Simonsen úr HB er næst á listanum við átjan málum.

 

 

KÍ vann trivaligan 6-1 sigur uppi á Brekku í Leirvík ímóti ÍF/Víkingi. Eyðvør Klakstein og Malena Josephsen vóur tvífaldir málskjúttar, og Rannvá B. Andreasen og Maria Klakstein Thomsen skoraðu eitt mál í part. Marita á Fríðriksmørk minkaði um munin til 5-1.

KÍ og EBS/Skála eru topplið við 48 stigum. Hesi bæði liðini bresta saman í Klaksvík leygardagin, tá ið síðsta umfar verður. Málmunurin hjá KÍ er +81, og hjá EBS/Skála er hann +46. KÍ eigur útsettan dyst í Gundadali ímóti HB mikukvøldið. Um tað tá eydnast favorittunum í KÍ at vinna, so verður kappingin í veruleikanum avgjørd undan stóru finaluni leygardagin.

Umframt KÍ-EBS/Skála eru hinir dystirnir í tjúgunda og síðsta umfari HB-B68 og B36-ÍF/Víkingur.