Alt verður vavt saman í ein ellubita - og so hendir einki

- Tað er ikki ílagi at reiðarar skora kassan upp á at selja kvotur og fiskiloyvi. Men tað er ikki nakað nýtt og ongin ger nakað við tað, sigur Óli Jacobsen, formaður í Fiskimannafelagnum

Handil við loyvum og skipum
 

- Tað, sum fer fram í løtuni, eigur ikki at bera til.
Eisini Òli Jacobsen, formaður í Fiskimannafelagnum, er ógvuliga ivasamur um tað, sum fer fram í fiskivinnuni í løtuni.
Hann hugsar her um tey skip og loyvi, sum eru seld seinastu tíðina fyri stórar upphæddir.
-Tað eigur ikki at bera til, at reiðarar skora kassan upp á at selja kvotur og fiskirættindi, sigur Óli Jacobsen.
- Verða skip seld, eigur reiðarin at fáa tað rætta virðið fyri skipið, uttan at kvotan skal vera ein partur í tí. Tað eigur ikki at bera til at vinna pening burturúr sjálvum fiskirættindunum, heldur hann.
Men hann leggur dent á, at tey, sum keypa og selja kunnu ikki lastast fyri hetta, tí tey gera onki skeivt.
- Hann heldur, at tey, sum hava ábyrgdina av hesum, eru politikararnir og ongin annar.
- Men hetta er ikki nakað nýtt, tí øll hava altíð vitað, at hetta ber til. Tí kann tað aldrin koma óvart á nakran, at ein handil, sum tann við Krúnborg, nú er farin fram.
- Tað vísir seg bara, at hvørja ferð, ein handil verður gjørdur, fer alt á gos eina løtu, men so dettur alt niðurfyri aftur.
- Tá ið slíkir handlar hava verið gjørdir, hava øll verið samd um, at hetta mátti ikki henda aftur, men so datt alt niður fyri aftur og ongin gjørdi nakað sum helst.
Annars er tað nú ikki heilt rætt, at vinningurin er skattafríur, tí Eiler Jacobsen hevur hóast alt betalt einar 50 milliónir í skatti- so kunnu vit halda at tað er ov nógv ella ov lítið.
 
Alt vavt saman
Òli Jacobsen  sigur, at orsøkin til, at onki hendir, er, at spurningurin um at handil við skipum og kvotum og spurningurin um tilfeingisgjald verða blandað saman.
- Hetta eru tvey mál, sum púra onki hava við hvørt annað at gera. Kortini verða tey blandað saman, men endamálið er helst at brúka skipahandlarnir sum jarnbrot fyri at at seta eina skipan við tilfeingisgjaldi í verk.
- Tað eru fólk, sum hava sett fær fyri at fáa eina skipan um tilfeingisgjald í Føroyum og nú brúka tey hetta høvið við skipahandlunum til at vísa á, hvussu neyðug ein slík skipan er, hóast hesi bæði málini onki hava við hvørt annað at gera.
Formaðurin í Fiskimannafelagnum sigur, at verður mett, at tað er ein trupulleiki, at reiðarar fáa so nógv burturúr at selja fiskirættindi, sum hesir seinastu skipahandlarnir vísa, er at gera nakað við tað, uttan at blanda málið um tilfeingisgjald upp í.
- Og verður mett, at tað er ein trupulleiki, at útlendingar eiga ov nógv í feløgunum, sum keypa, er at gera nakað við tað, uttan at blanda málið um tilfeingisgjald upp í.
 
Óheppin gongd
Hóast Óli Jacobsen heldur, at tað ikki skal bera til at selja fiskiloyvi við stórum vinningi, hevur hann ikki hugsa so nógv um, hvussu hesi viðurskifti skulu skipast.
Hann hevur heldur ikki hugsað so nógv um, hvussu tað kann forðast fyri, at útlendingar fáa ræðið á okkara høvuðsvinnu.
- Men tað kann ikki vera nakað ivamál um, at tað er óheppið, at útlendingar fáa ræðið á okkara fiskiríkidømið. Eitt er at teir eiga uppi í, men tað er ikki rætt at teir hava ræðið á tí. Tað má væl verða greitt, at útlendingar gera hetta ikki fyri okkara skyld, men fyri egnan fyrimun.
Hinvegin sigur hann, eisini ein staðfesting av, hvussu lætt tað er at finna hol í lógini, tí tað er lógarásett, at útlendingar kunnu ikki eiga meiri enn ein triðing.
- Men sjálvt eina so greiða áseting í lógini ber til at sleppa uttanum. Men hetta er tí, at tað er so lítið skil í føroyskum politikki. 
Kortini dugir Óli Jacobsen ikki enn at síggja nakran trupulleika í, at útlendingar hava keypt seg inn í føroyska fiskivinnuna.
- Út frá einum fiskimanna-sjónarmiði hevur hetta ikki verið eitt afturstig ásannar formaðurin í felagnum.