Heidi Petersen, løgtingskvinn
????????
- Tá tú sum veljari til hetta fólkatingsvalið setur tín kross, er umráðandi, at tú ger tær greitt, hvat tú vilt vísa við hesum krossi, og hvørja ávirkan tín krossur kemur at hava í framtíðini.
- Vilt tú vísa, at tú heldur tað vera í lagi, at føroyskir politikarar - uttan at seta krøv - lata sín stuðul til danska Javnaðarflokkin, danska Vinstraflokkin og danska Konservativa flokkin, uttan sjálvir at fáa stórvegis politiska ávirkan og uttan at vera tiknir við upp á ráð, tá týðandi avgerðir skulu takast, er bert at atkvøða ABC. Hesir flokkar, sum hava verið umboðaðir á fólkatingi líka síðani, henda skipan varð sett í verk, men sum ikki hava megnað at gjørt vart við týðandi føroysk áhugamál og politiskt ikki hava rokkið nøkrum málum, sum styrkir um støðu okkara sum sjálvstøðug tjóð.
- Hinvegin - vilt tú sum føroyskur veljari tryggja tær, at søk føroyinga verður talað á fólkatingi, er Tjóðveldisflokkurin einasti flokkur, sum virkin fer inn og arbeiðir við upplýsing, kunning, ráð-stevnum, bókaútgávum, kanningum av viðurskiftum, sum hava týdning fyri Føroyar o.s.fr. Eisini verður arbeitt í "korridorunum" við at ávirka danskar politikkarar at virka fyri før-oyskum áhugamálum. Við at gera føroysk áhugamál sjónlig á fólkatingi, hevur Tjóðveldisflokkurin økt um vitanina um Føroyar og føroysk viðurskifti bæði hjá donskum politikarum og danska almenninginum. Á henda hátt verður slóðað fyri før-oyskum fullveldi, og tú sum veljari fært fulla ávirkan fyri atkvøðu tína við at velja E.
- Tjóðveldisflokkurin vil samstarva, har hann fær ávirkan og mest burturúr. Tað merkir í veruleikanum, at Tjóðveldisflokkurin fer virkin inn og slóðar fyri føroyskum fullveldi á fólkatingi og eisini fer at seta krøv, um hann kemur at fáa ávirkan eftir fólkatingsvalið. Hetta merkir ikki at vit leggja okkum út í innanhýsis donsk viðurskifti, eins og vit ikki vilja hava danir at leggja seg út í innanhýsis føroysk við-urskifti. Men hetta merkir at vit seta krøv, so tú sum veljari fær beinleiðis ávirka á tína egnu framtíð. Hesi krøv eru:
?Føroyar fáa fulla tjóðskaparliga viðurkenning
?Danir vátta mótvegis ST, at Føroyar eru ein serstøk tjóð
?Danir skulu ikki draga okkum inn í ES ímóti okkara vilja
?Føroyar skulu hava formligan rætt til oljuna í undirgrundini
- So niðurstøðan er greið: Einasta alternativið til ABC - er E.