? Eg havi altíð hildið, at allur fjørðurin eigur at vera saman undir einari kommunu. Tí eru Akrar og Lopra altíð vælkomin í Vágs Kommunu, sigur Jógvan Krosslá. Hann leggur tó dent á, at um talan er um eitt stríð í Sumbiar Kommunu, har Sumba er á aðraru síðuni og Akrar og Lopra á hinar, so fer hann als ikki at leggja seg út í tað. Men um fólk hava hug til at gerast limir í Vágs Kommunu, eru tey vælkomin.
Stríð um arbeiði
Jógvan Krosslá sigur seg ikki vita um, at fólk á økrum og í Lopra eryu farin at savna inn undirskriftir um at loysa frá Sumba, fyri síðani at gerast partur av Vágs Kommunu. Menn hann sigur, at stríð um arbeiði helst hevur gjørt, at fólk ynskja at gerast limir í Vágs Kommunu. Jógvan Krosslá sigur, at í sambandi við lastbilakoyring hevur mannagongdin verið tann, at lastbilar úr Vági eru tiknir frammum lastbilar úr øðrum kommunum, tá talan hevur verið um arbeiðir í Vági. Tískil er tað hent, at lastbilar úr Sumbiar Kommunu ikki eru slopnir til arbeiðis í Vági, og tí hevur onkur ynskt at gerast limur í Vágs Kommunu í staðin fyri í Sumbiar Kommunu. Men hann veit tó ikki, um hetta er ein av orsøkunum til, at fólk á hinum arminum av firðinum ynskja at koma upp í part saman við Vágs Kommunu.
Eingin trupulleiki at røkja
Býráðsformaðurin í Vági sigur, at um tað verður so, at Akrar og Lopra gerast limir í Vágs Kommunu, so fer tað ikki at vera nakar trupulleiki at røkja hesar báðar bygdirnar afturat Nesi og Vági. Hann heldur, at so mikið nógv fólk búgva í teimum báðum bygdunum, at skattargrundarlag skuldi verið fyri at røkt hesar báðar bygdirnar eins væl og Nes og Vág.
At enda sigur Jógvan Krosslá, at fólk av Økrum og úr Lopra eru vælkomin at gerast limir í Vágs Kommunu, men hann leggur dent á, at hetta er ein avgerð, tey sjálvu mugu taka. Hann fer ikki at noyða nakran í kommununa.