Altjóða Arbeiðaradagurin enn stóran týdning


Mikudagin tann 1.mai skipaði Havnar Arbeiðsmannafelag fyri hátíðarhaldi í sambandi við Altjóða Arbeiðaradagin

Altjóða Arbeiðaradagur

Eitt sindur av fólki vóru møtt upp á Vaglinum, tá Altjóða Arbeiðaradagurin varð hátíðarhildin. Og hóast veðurgudarnir hava víst okkum veður av alskins slagi teir seinastu dagarnar, so skikkaðu teir sær bara heilt væl, ta løtuna, sum hátíðarhaldið vardi.
Havnar Hornorkestur settu sum so ofta fyrr sín serliga dám á løtuna, og fólk sóu út til at hugna sær saman.
Fýra røðarar vóru á skránni, og varð byrjað við Jan Midjord, formanni í Havnar Arbeiðsmannafelag.
Eftir honum komu Jóhan Carl Dam, nevndarlimur í Havnar Arbeiðsmannafelag, Jóhan Mortensen, tíðindamaður og Óli Jacobsen, Fiskimannafelagsformaður.

Ikki mist týdningin
Jan Midjord, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, byrjaði hátíðarhaldið við at siga nøkur orð um Karl Johansen, sála. Karl Johansen hevur so at siga á hvørjum 1. maidegi tey seinastu 25 árini verið ein av røðarunum til haldið, men hann andaðist í februar mánaða í ár.
Jan Midjord tosaði um tunga arvin eftir hendan merkismann, men hann nevndi eisini tann varðan, sum stendur eftir Karl Johansen, og sum hjálpir Havnar Arbeiðsmannafelag víðari á veg.
Síðani tosaði Jan eitt sindur um týdningin av 1. maidegnum.
- Ein nýggj øld er byrjað, og øll tykjast at hava tað gott, so ikki skuldi verið neyðugt at hildið ein slíkan við røðum og tílikum. Soleiðis hugsa uttan iva mong ? og tó, segði Jan Midjord millum annað.
Síðani tosaði hann um drúgva stríðið longri afturi í tíðini, um tær kvinnur og teir menn, sum høvdu ein dreym um, at ein dagur skuldi koma, har eisini arbeiðaranum skuldi verða tað tillutað, sum hann av røttum átti av samfelagsins avkasti.
- Og tað vóru tey, sum gjørdu henda dreym til veruleika, segði Jan.
Hann hevði eisini á lofti, at stríðið hjá hesum fólkum hevur gjørt arbeiðaradagin til eina áminning til tey, sum nú eru virkin í fakfelagsarbeiði um ikki at gloyma tey, sum brutu næsar fyri verkamannsins sakir.
- Vit eiga støðugt at taka á okkum tann góða førningin og bera hann víðari fram á leiðini í stríðnum fyri tí søk, sum hesi løgdu lunnar undir, legði Jan afturat.

Vallorrsuta og lønartræta
Eisini nevndi Jan lønartrætuna millum Skipara- og Navigatørfelagið øðrumegin og Fíggjarmálastríðið hinumegin.
- Mær er sagt, at semingsfólkini hava fingið 70.000 krónur í part fyri fyrstu royndina, sum vardi 70 tímar. Fyri at fáa eina slíka upphædd skal ein arbeiðskvinna ella arbeiðsmaður arbeiða umleið 10 ferðir so nógvar tímar, segði Jan.
Við hesum vildi hann siga, at verkakvinnan og verkamaðurin fáa alt ov lítla løn í nútíðar samfelagnum.
- Tað kann væl vera, at tað í Føroyum grør um gangandi fót, men tað velst sanniliga eisin um, á hvørjum fóti føturnar sita. Á arbeiðaranum sita tær i øllum førum ikki, segði hann.
Vallorrustan við øllum lyftunum frá teim politisku flokkunum varð eisini nevnd. At enda greiddi Jan frá, at Havnar Arbeiðsmannafelag hevur ætlanir um at fáa sett eina kanning í verk av kostnaðarstøðinum í samfelagnum, soleiðis at ljós verður varpað á tey órættvísi viðurskiftini, sum verkafjøldin livir undir í vælferðarsamfelagnum Føroyum í dag.