Tað verður altjóða dómarin Philippe Schürmann úr Liktenstein, sum kemur at vera 1. dómari í steypafinalunum í flogbólti, sum verða í Høllini á Hálsi í Havn komandi leygardag 16. februar. Hann skal døma báðar finalurnar saman við Rúna Weihe úr Fram, sum verður 2. dómari.
Philippe Schürmann hevur virka sum dómari síðani 1985, og gjørdist altjóða viðurkendur í 1996. Við tað at Liktenstein liggur ógvuliga miðskeiðis í Evropa, so fær hann nógvar dómarauppgávur, og dømir tískil umleið 60 dystir um árið.
Tá Føroyar hava leikt í kappingini innan smátjóðirnar hevur Philippe Schürmann sum oftast verið við til hesar kappingar sum dómari.
Eisini skal nevnast, at hann í nógv ár hevur verið formaður í Flogbóltssambandinum í Liktenstein, og hevur m.a. eisini verið formaður í felagsskapinum fyri Smátjóðirnar í Evropa, sum leika flogbólt, og hevur m.a. verið ein av oddamonnunum fyri at fáa betri umstøður fyri smátjóðirnar innan CEV, sum er evropeiski felagskapurin fyri flogbólt.
Í kvinnufinaluni eru TB og Mjølnir, og byrjar hesin dysturin kl. 14,30, meðan mansfinalan, sum er ímillum SÍ og ÍF, byrjar beint aftaná ella umleið kl. 16,00.