- Jú, áhugin er sera stórur. Vit hava eitt nú fingið umsóknir úr Fiji, Malaysia, Sri Lanka, Brasilia, USA og Nicaragua.
Tað sigur Bjørn Kunoy, sum er ein av stigtakarunum til serliga skeiðið um vísindalig og altjóðarættarlig atlit í tilknýti til landgrunnin.
Bjørn Kunoy er útbúgvin í løgfrøði av hægri lærustovnum í Belgia og Fraklandi. Í síni doktararitgerð viðgjørdi Bjørn Kunoy rættarreglurnar í landgruns marknamálum uttanfyri 200 fjórðingar. Ritgerðin og verjan av henni vakti ans, og verður av fremstu serfrøðingum í franska universitetsumhvørvinum mett millum tær allar bestu í fjør. Franska vísindafelagið fyri altjóða lóg hevur tilnevnt ritgerðina hjá Bjørn Kunoy til serliga Suzanne Bastid viðurkenningina, sum á hvørjum ári verður latin til bestu doktararitgerð innan altjóða rætt. Bjørn Kunoy starvast sum løgfrøðiligur ráðgevi á Løgmansskrivstovuni.
Í summar skipar Bjørn Kunoy, saman við Martin V. Heinesen, fyri altjóða summarskeiði á Fróðskaparsetrinum. Martin V. Heinesen er jarðfrøðingur og hevur síðani á sumri í 2012 verið limur í serligu Landgrunsnevndini hjá ST, sum ásetir mørkini millum heimsins lond. Ítøkiliga og við fakligum grundgevingum lýsir nevndin, hvussu langt landgrunnurin hjá ymsu londunum røkkur.
Afturat sær hava teir jarðfrøðingin Finn Mørk, sum eisini telist millum skeiðshaldararnar.
Samspæl
- Tað, sum vit serliga leggja okkum eftir á skeiðnum er samspælið millum tekniska partin við jarðfrøðini og løgfrøðisliga partin. Hetta eru faktorar, sum báðir hava sera stóran týdning, tá markið skal setast millum tvey ella fleiri lond, sigur Martin V. Heinesen.
- Vit halda hetta vera sera spennandi arbeiði, og hava eftirhondini eisini knýtt sambond við fleiri sera áhugaverdar persónar innan økið. Tí vilja vit fegnir skipa fyri einum skeiði av slíkum slag, sum vónandi eisini kann vísa okkara universitet og samfelag annars á ein positivan hátt, sigur Martin V. Heinesen.
Skeiðið, ið ber heitið Summer Academy on the Continental Shelf (SACS) verður hildið í samstarvi við Fróðskaparsetrið. Tað strekkir seg yvir eina viku, frá 21. til 28. juni, og endar við eini próvtøku, ið er góðkend innan felags evropeisku útbúgvingarskipanina og gevur ECTS-stig. Eftir ætlan skal skeiði vera afturvendandi og bjóðast fram hvørt summar.
Altjóða
Undirvísarar á hesum summarskeiði eru dómarar í altjóða havrættardómstólinum í Hamburg, limir í landgrunsnevndini og í altjóða havbotnsmyndugleikanum hjá ST umframt aðrar serfrøðingar í havrætti og jarðvísundum við altjóða royndum innan landgrunsrættindi og marknaseting.
Talan er sostatt um altjóða serfrøði innan økið, sum í summar verða undirvísarar á Fróðskaparsetrinum.
Á skeiðnum verður givið innlit í grundarlagið fyri altjóða rættindum á landgrunninum, luttakararnir fáa innlit í uppgávuna og arbeiðið hjá landgrunsnevndini, og tey læra mannagongdir fyri at áseta landgrunsmørk.
Pláss er fyri 25 luttakarum og Sambært Bjørn Kunoy og Martin V. Heinesen er altjóða áhugin sum nevnt stórur, nú freistin at melda til er úti leygardagin. Umsóknir eru úr londum í fleiri heimspørtum, men eisini er ætlanin at fáa nakrar føroyingar við. Fimm pláss eru sett av til lesandi á Fróðskaparsetrinum, men stigtakararnir vóna eisini, at aðrir føroyingar vísa áhuga. Oljufelagið Statoil hevur stuðlað summarskeiðnum SACS.