Altjóða fótbóltur verður í Gundadali

Fótbóltur: EM undankappingin fyri U-16 landslið verður í komandi viku

Tað er ikki á hvørjum degi, at altjóða fótbóltur er at síggja í høvuðsstaðnum. Men í komandi viku er høvi hjá havnarfólki at fara í Gundadal at síggja eitt føroyskt landslið stríðast móti útlendskum tjóðum. Og tað skal valdast vavi í altjóða fótbóltsútboðnum, sum verður í Gundadali.

Føroyska U-16 landsliðið skal í EM undankapping taka lut saman við trimum øðrum landsliðum. Hini eru Finnland, Noreg og Wales.

Spælt verður týsdagin, hósdagin og leygardagin. Tað verða tveir dystir hvønn dagin, og alt skal ganga fyri seg á ovara vølli í Gundadali.

Hvørt landið verður í kappingini umboðað av átjan spælarum, sum eru fimtan og sekstan ára gamlir. Hesir dreingirnir hava fingið frí frá skúla í komandi viku. Gestirnir koma til Føroya mánadagin. Allir 72 dreingirnir við venjarum og hjálparfólkum skulu halda til á Hotel Føroyum.

Umframt at spæla dystir, so skulu teir venja tvær ferðir um dagin teir dagarnar, tá teir ikki spæla, og teir dagarnar, tá teir skulu spæla seinnapartin, venja teir fyrrapartin. So tað kann ikki sigast annað, enn at tað frá morgninum av og fram móti venjingartíð hjá teimum vaksnu í havnarfeløgunum verður lív í Gundadali.

Umframt U-16 landsliðini og hjálparfólkini, sum fylgja við teimum, koma tríggir dómarar og tveir umboðsmenn fyri UEFA til Føroya í sambandi við hesa kappingina.


Skráin

Dystirnir verða spældir týsdagin, hósdagin og leygardagin.

Kl. 15 týsdagin spæla Noreg og Wales og kl. 17 spæla Føroyar og Finnland.

Hósdagin kl. 15 spæla Finnland og Wales, og kl. 17 spæla Føroyar og Noreg. Leygardagin kl. 14 hittast Finnland og Noreg, og kl. 16 skulu føroyingarnir royna seg móti Wales. Útlendsku gestirnir fara avstað aftur sunnumorgunin.


Tey stóru

eiga teir flestu

Síðani føroyska U-16 landsliðið kom aftur úr Íslandi, har teir fyrstu vikuna í august spældu í opnu NM kappingini, hava teir fyrireikað seg til hesa stóru uppgávuna. Týskvøldið vóru teir í Gundadali og spældu móti unglingunum hjá B36, sum eru eitt og tvey ár eldri enn U-16 dreingirnir. Jákup á Borg og hansara menn í B36 vunnu 4-2 móti U-16 landsliðnum.

Jógvan Martin Olsen er venjari hjá U-16 dreingjunum, og hann hevur tikið teir átjan spælararnar út, sum skulu umboða Føroyar. Tað verður ofta tikið til, og støðutalvan ber eisini boð um tað, at í 1. deild gerst munurin millum tey bestu liðini og hini alt meiri sjónskur. Og skulu vit meta út frá úttøkuni til U-16 landsliðið, so fer hetta rákið eisini at gera seg galdandi í framtíðini. Av teimum átjan spælarunum eru fýra úr KÍ, og B36, HB og NSÍ eiga tríggjar í part. Hetta eru somu feløg, sum eru á fýra teimum ovastu plássunum í 1. deild, og tað eru hesi feløgini, sum kappast um FM og heiðursmerkini í dreingjadeildini, har U-16 dreingirnir kappast móti hvørjum øðrum.

Føroysku spælararnir eru hesir: Niels Joensen, Poul Næs Joensen og Bárður Johannesen úr B36, Martin Winther úr B71, Teitur Ellingsgaard, Jón Rói Jacobsen og Vagnur M. Mortensen úr HB, Hjalgrím Elttør, Jóannes L. Jacobsen, Karstin Joensen og Símun Joensen úr KÍ, Jack Johansen úr MB, Atli Gregersen úr Neksø í Danmark, Høgni Højgaard, Fróði Jóanesarson og Brynjolvur Nielsen úr NSÍ, Elfinn Ørvarodd úr SÍF og Arnhold Berg av Skála.

Bill Jacobsen er hjálparvenjari, Heðin Askham er liðleiðari, og John Reid Skoralíð er fysioterapeutur.