Altjóða flóttafólkadagur 2017

Amnesty International Føroyar ynskir í dag at varpa ljós á altjóða flóttafólkadagin og at upplýsa um nýggjastu hagtølini frá flóttafólkastovuni hjá ST

“Fleiri enn 21 mió. fólk eru tvungin at flýggja frá heimi sínum. Flóttafólkakreppan er í dag partur av størstu vanlukkuni og avbjóðingini í okkara tíð.“ Tað sigur aðalskrivarin hjá Amnesty International, Salil Shetty í tíðindaskrivi í dag - altjóða flóttafólkadagin 2017.

 

 

Amnesty International Føroyar ynskir í dag at varpa ljós á altjóða flóttafólkadagin og at upplýsa um nýggjastu hagtølini frá flóttafólkastovuni hjá ST. Tølini eru ræðandi og støðan bara versnar. Tað eru serliga kvinnur og børn, ið dagliga líða undir óvirðiligum umstøðum. Vandi er fyri, at støðan brádliga gerst nógv verri, og grannalondini, ið hýsa nógv tann størsta partin av heimsins flóttafólki, eru langt síðan farin at hokna undan. Tey hava hvørki umstøður ella tilfeingi til at megna at lofta øllum hesum stakkals menniskjunum, sum flýggja undan ræðuleikum, sum vit slett ikki kunnu ímynda okkum. Amnesty heitir tí í altjóða skrivi í dag enn einaferð á heimsins ríkastu lond um at taka ábyrgd!

 

 

Einki land kann einsamalt loysa hesa avbjóðing, so neyðugt er at taka tey røttu stigini í felag. Vit halda altjóða flóttafólkadagin hin 20. juni á hvørjum ári, og Amnesty heldur áfram at vísa á og mæla til, at allar heimsins stjórnir taka lut og ábyrgd. Vit skulu tryggja at heimsins flóttafólk eru vard. Vit skulu tryggja teimum teirra grundleggjandi menniskjarættindi. Vit skulu tryggja teimum tryggar farleiðir, rættin til friðskjól og vit skulu steðga mannagongdum, sum senda neyðstødd fólk aftur til lond og øki, har sum tey eru í stórum vanda. Hvussu vit fara um flóttafólkakreppuna í dag, fer at tilskilað hvørji vit eru í nógv ættarlið frameftir. Nú hava vit møguleikan at vísa og verja tey virði sum sameina okkum, og at nokta at lata ótta og fordómar valda. 

 

 

Næstan allir heimsins leiðarir venda flóttafólkunum baki. Í Mexico og USA vera menniskju, ið flýggja undan ekstremum harðskapi, handtikin. Í Kenya noyða tey flóttafólk úr Somalia aftur til sera vandamikil hernaðarøki. Nógv evropeisk lond nokta flóttafólki atgongd og geva teimum ongan annan møguleika, enn at seta lívið í vága, tá tey síðani ferðast á ótryggum farleiðum. Í Australia avbyrgja tey flóttafólk, ið flyggja undan píning og jagstran. Støðan í Suður-Sudan er ótespilig, og grannalondini megna ikki at hjálpa, ikki vegna væntandi vilja, men umstøðum og orku. Hetta má steðga, nú! Heimsins ríkastu lond mugu taka ábyrgd. Loysnin er alt annað enn einføld, men vit halda áfram at varpa ljós og heita á heimsins leiðarar og lond um at taka veruliga ábyrgd - tað gera vit í Amnesty International í dag á altjóða flóttafólkadegnum og  áhaldandi hvønn tann einasta dag.

 

 

Til ber at lesa tíðargreinina í fullari longd og meira um átakið VÆLKOMIN á heimasíðuni amnesty.fo Her ber eisini til at taka lut í okkara arbeiði ella at fáa samband við skrivstovuna.