Útbúgving
Finnur Sivertsen, ið starvast sum grannskoðari og ráðgevi, er helst best kendur fyri portalin www.business-line.fo, sum hann eigur og stjórnar.
Herfyri tók hann eina serliga “toppleiðsluútbúgving” á Aalborg Business-Institute.
Ein av góðveðursdøgunum settu vit honum stevnu í Klaksvík, og beint eftir samrøðuna fór hann á flot í báti sínum.
Toppleiðsla
Vit spurdu Finn Sivertsen, hvat útbúgvingin “top governance” stendur fyri?
- Orðið merkir toppleiðsla. Hetta er ein eitt-ára toppleiðaraútbúgving við atliti bæði til nevnd og stjórn. Undirvíst verður eitt nú í løgfrøði, fígging, váðastýring, leiðsluhættum, leiðsluamboðum, strategiskari menning og tøkniligari nýmenning.
Hann sigur, at flestu undirvísarar eru gestafyrilestrarhaldarar.
Og tað er ikki hvør sum helst, ið tekur sær av frálæruni.
- Hetta eru kendir professarar og vinnulívsfólk. Millum best kendu eru danski vinnulívsmaðurin, Asger Aamund og Steen Hildebrandt, professari.
Eftirútbúgving
Hvat fær so ein føroyskan búskaparfrøðing at fara niður til Aalborg at taka eina slíka leiðsluútbúgving?
- Hetta er ikki nakað tilvitað, sigur Finnur Sivertsen, sum frammanundan hevur eina 12 ára gamla universitetsútbúgving innan vinnubúskap og vinnuløgfrøði.
Hann sigur, at tá hann sá eina lýsing um útbúgvingina í Børsen, helt hann, at hetta var eitt gott høvi at vitja aftur á kendar leiðir í Aalborg.
- Eg sá hetta eisini sum ein góðan møguleika at dagføra meg við einari praktiskari eftirútbúgving, sigur hann.
Finnur vísir á, at undirvísingin á Aalborg Business-Institute er á høgum støði, og er ætlað toppleiðarum og ráðgevum í donskum vinnulívi.
- Men dentur verður lagdur á at arbeiða við praktiskum verkætlanum, soleiðis at vitanin kemur tíl høldar í okkara dagliga virksemi. Serligur dentur er lagdur á at menna feløgini og leggja strategiskar ætlanir og at arbeiða við nýggjari amboðum innan leiðslustýring, sigur hann.
Eingi landamørk
Vit fregnaðust eisini, um Finnur Sivertsen heldur, at ein slík “toppleiðaraútbúgving” kann brúkast í Føroyum.
- Eg havi ikki hugsað so nógv um handan spurningin, tí útbúgvingin, eg nú havi tikið, kennir eingi landamørk. Vitan er góður førningur, og tað er fínt, um eg kann “formidla” vitanina víðari á ein ella annan hátt.
Finnur heldur, at hann umvegis sín portal hevur ein frálíkan møguleika at geva nakað av hesi vitan víðari til størsta partin av føroyska vinnulívinum.
- Eg haldi, at fakliga støðið hjá føroyskum leiðslum og nevndum er á góðari leið samanborið við støðuna í okkara grannalondum, sigur hann.
At tilføra vitan
Hann vísir á, at altjóða kappingin tvingar leiðslurnar til nýhugsan, og tí kemur hugtakið “broytingarleiðsla” at spæla ein avgerandi leiklut, hvussu leiðslurnar megna at loysa komandi avbjóðingar.
- Eg haldi, at hóast fakliga støðið hjá føroyskum leiðslum og nevndum er á góðari leið, gera feløg ikki í nóg stóran mun brúk av professionellum nevndarlimum.
Finnur heldur, at góðir møguleikar eru at tilføra ein hóp av vitan úr ymiskum vinnugreinum, um feløgini gjørdu sær ómak at leita eftir fólki við viðkomandi vitan.
Strategiarbeiði
Vit spurdu eisini búskaparfrøðingin, um føroysk vinna kemur at merkja, at vit hava fingið ein “top governance” kantidat?
- Ja, tað vænti eg avgjørt. Fólk, sum lesa “top governance”, fáa einki prógv, um tey ikki megna at umseta lærdómin til praktiskar verkætlanir. Hetta hevur ført til, at fleiri spennandi verkætlanir liggja klárar sum spennandi rættir at bjóða føroyska vinnulívinum í næstum.
Altjóðagerð
Ein spurningur, sum vit ofta seta okkum er, hvussu føroyska vinnulívið kemur at standa seg í altjóðagerðini frameftir.
Hvat heldur Finnur um henda afturvendandi spurning?
- Hetta veldst um fyritøkurnar – um hesar seta strategiarbeiði ovarlaga á dagsskránna og hava hugflog og dirvi til at finna nýggj virkisøki og samstundis megna at fáa tað allarbesta burtur úr sínum starvsfólkum. Megnar tær hetta, er einki sum kann forða eini fyritøku í at mennast – uttan mun til, hvar hon liggur í heiminum.
Finnur Sivertsen leggur dent á, at vitan og skaparevni eru týdningarmesta tilfeingið hjá nútímans samfeløgum.
- Hetta er grundarlagið undir framburði og framtíð, sigur hann.
At enda í samrøðuni ynskir búskaparfrøðingurin at takka BP Amoco Exploration ltd. fyri fíggjarligan stuðul til útbugvingina.