Altjóða luttøkan kostar í heimligu kappingini

AGF smurdi troytta Brøndby av, og føroyska luttøkan var lítil, tá ið Horsens enn eina ferð megnaði málleysan javnleik

SUPERLIGAN

Tað kostar ofta í heimligu kappingini, tá ið teir felag luttekur í europeisku kappingunum. Sunnudagin sást enn eitt prógv um hetta, tá ið danska meistaraliðið, Brøndby, var í Århus. AGF hevði inntil sunnudagin staðið seg sera illa, og teir vóru niðastir á støðutalvuni, meðan Brøndby var oddalið. Men tað sást ikki á avrikunum. AGF vann 3-0, og Brøndby varð spælt niður og norður.
Brøndby venjarin, Michael Laudrup, staðfesti, at spælararnir hjá honum vóru troyttir, og tað gjørdi støðuna uppaftur verri, at tríggir lyklaspælarar noyddust av vøllinum, tí teir vóru skaddir. Talan var um liðformannin og landsliðsspælaran Per Nielsen, vongverjan Thomas Rytter og gávuríka Mads Jørgensen. Brøndy skal í UEFA Cup spæla móti FC Zürich, og um tað eydnast at vinna móti teimum, skal Brøndby luttaka í bólkaspælinum. Tað kann fara at vísa seg at verða kostnaðarmikið í heimligu kappingini, heldur Brøndby venjarin.
Hetta var fyrsta Brøndby tapið í landskappingini síðani 19. mai.
Í FC Midtjylland vóru teir ikki troyttari enn so av Føroya ferðini, at teir megnaðu at vinna 4-2 í Haderslev móti SønderjyskE. Fyri FCM verjuspælaran, Jesper Mikkelsen, var talan um rættuliga minnisverdan sunnudag. Hann plagar ikki at teljast millum málskjúttarnar, men tað gjørdi hann so sanniliga hesa ferð. Hann gjørdi sjálvmál, tá ið heimaliðið legði seg á odda 2-1. Frammanundan hevði hann skorað við framúr frísparki, og so skoraði hann tvær ferðir upp á brotsspark!
FCK tykist vera væl fyri, og nú eru teir einsamallir á odda í superliguni. Hesa ferð vunnu teir 2-0 í Parkini móti Silkeborg. Eftir innlegg frá Peter Møller, sum hóskvøldið hevði skorað bæði málini, tá ið FCK vann 2-0 í Wales í UEFA Cup, varð Santos feldur, tá ið tað restaðu sjey minuttir av fyrra umfarinum. Vongverjin Lars Jacobsen sendi brotssparkið dygst upp undir samankomingina, og tríggjar minuttir eftir steðgin skoraði nýggi landsliðsspælarin og miðverjin Michael Gravgaard, sum FCK í summar keypti úr Viborg.
Bæði tey føroysku feløgini - Horsens og AaB - eru í tyngra endanum. Hesa ferð hittust feløgini hjá Johan B. Hansen og Súna Olsen í Horsens. Úrslitið var málleysur javnleikur. Hetta var triðja ferðin á rað, at Horsens var partur av 0-0 uppgerð, og eftir sjey umfør er málmunurin hjá teimum 1-7. Teir hava framvegis ikki skorað á heimavølli.
Føroyski leikluturin var ikki stórur. Johan B. Hansen var als ikki á vøllinum, og Súni Olsen varð skiftur inn, tá ið tað restaðu sjey minuttir.
Esbjerg liggur eisini tungt í sjónum. Hóskvøldið vórðu teir sendir úr UEFA Cup í Tromsø, og sunnudagin taptu teir 2-0 í Farum. Í sjey teimum fyrstu umførunum hevur tað bara eydnast Esbjerg at vinna eina ferð, og teir hava tapt fýra ferðir. Harafturat ljóðar, at tveir av lyklaspælarunum - Jan Kristiansen og Frederik Berglund - skulu vera á veg burtur úr felagnum.
Hjá Viborg gekk sum eftir ánni fyrstu umførini. Sunnudagin taptu teir 2-1 á heimavølli móti OB, og harvið hava teir tapt tvær ferðir á rað.