Altjóðadagur hjá sjúkrasystrum

Í samband við altjóðadagin hjá sjúkrasystrum í hesum mánaðinum verður bjóðað til fyrilestur fyri sjúkrasystrar í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum leygardagin 11. mai 2002 kl. 10.00 til kl. 14.00.

Luttakararnir fáa døgurða frá kl. 12.00 til kl. 13.00.

Fyrilestrarhaldari verður norska sjúkrasystirin og doktari í Public Health Anne G. Vinsnes, sum kemur at greiða frá síni doktararitgerð um avleiðingar av urininkontinens ? eitt studie um lívskvalitet hjá kvinnum og hugburði hjá røktarstarvsfólkum.

Harumframt verður greitt frá eini verkætlan í gransking og kompetansumenning á sjúkrarøktarøkinum.

Fyrilesturin er ókeypis fyri sjúkrasystrarnar. Teir ymisku stovnarnir innan almanna ? og heilsuverkið ? tey trý sjúkrahúsini, Heimarøktin/Serforsorgin, Sjúkrasystrafelag Føroya og Sjúkrasystraskúlin eru felags um at gjalda fyri tiltakið.