Altjóða sálarheilsudagur

Tann 10 oktobur er útnevndur at vera altjóða sálarheilsudagur. Ein dagur har vit varpa ljós á sálarheilsuna, umstøður hjá sálarsjúkum, fyribyrging, viðgerð o.s.fr. Tað er gott,  at vit hava slíkar dagar, so vit kunnu vera mint á sálarheilsuøkið og soleiðis steðga á og geva okkum far um lívið við sálarsjúku, og hvørji árin hetta hevur. Og ikki minst hvat vit øll kunnu gera fyri at betra um umstøðurnar hjá fólki við sálarligum trupulleikum.

Sálarsjúka rakar breitt og tykist vera vaksandi. Annar hvør er avvarðandi verður sagt. Sjálv eri eg av tí áskoðan, at vit øll eru avvarðandi, tí vit varða øll av hvør øðrum. Vit hava bæði eina samfelagsliga, menniskjaliga og etiska skyldu at taka hond um hvønn annan.

Søguliga hava vit ikki verið dugnalig at tikið okkum av sálarsjúkum. Í stóran mun hava hesi fólk livað undir vána korum, annaðhvørt í útlegd ella meira ella minni goymd burtur her hjá okkum. Og ofta bæði goymd og gloymd. Tíbetur eru glottar at hóma og psykiatriin tykist vera í  blóma. Heim vera bygd til sálarsjúk, fleiri øki hava økispsykiatri, Fountain hús er komið og barnapsykiatari er settur. Og fokus er nú á, at sálarsjúka ikki nýtist at vera kronisk, og at góðir møguleikar eru bæði at koma seg aftur, og at fáa tað betri. Hetta er vitan, sum gevur vón.

Fólk við sálarsjúku hava upplivað, og upplivað nokk enn at vera stigmatiseraði og kanska eisini útihýst. Hetta kemur týðiliga til sjóndar, tá ið sálarsjúk siga sína søgu. Og tíbetur eru tað fleiri og fleiri fólk við sálarsjúku, sum siga sína søgu. Tað kunnu og skulu vit læra av. Við opinleika og kunning kunnu vit øll blíva klókari, og læra okkum at handfara støðuna soleiðis, at vit megna at rúma hesum søgum. Harvið kunnu hesar søgur gerast søga. Tí hvat kann vera verri enn stigmatisering og isolatión omaná tað at hava sálarligar trupulleikar. Tað kann bara gera støðuna verri. Undirvísing og almenn kunning eru her lyklaorð, og her ger Sinnisbati eitt stórt og neyðugt arbeiði.

Sálarheilsan má fáa sama status,og somu rúmd, sum likamliga heilsan. Skjót og góð hjálp má vera øllum í boði. Her eiga vit til dømis at arbeiða fram móti eini psykiatriskari skaðastovu, so til ber at fáa hjálp her og nú. Somuleiðis má økispsykiatriin styrkjast kring landið. Tað kann ikki góðtakast, at vit hava økir í landinum har sálarsjúk so at siga onga hjálp fáa. Ofta er støðan so vánalig, at hesi menniskju als ikki megna at ferðast til Havnar at fáa sær hjálp. Hjálpin má út til hesi menniskju. Tað eru heilt víst fólk í okkara landi, sum als ikki fáa rætta og nøktandi hjálp. Hetta ger, at hesi menniskju harvið missa ein stóran part av sínum lívi og lívsgóðsku, og liva í tí eg vil kalla í sálarligari armóð. Somuleiðis eigur fyribyrging av trupulleikum  hjá ungum og sálaligt arbeiðsumhvørvi øki , ið eiga at fáa størri ans framyvir.

Vónandi verður økispsykiatriin útbygd nú fólk, sum hava havt fastan bústað á psykiatriska deplinum flyta í sambýlið, og orka harvið verður tøk innan psykiatriina. Tað skal vera mín vón og mítt ynski, at peningur ikki verður spardur á hesum øki, men verður brúktur til at seta á stovn tær tænastur vit í dag akutt standa og mangla.

Somuleiðis eigur eitt miðvíst arbeiði at vera gjørt fyri at fáa skipaða kreppuhjálp kring landið. Tíverri raka vanlukkur og skakandi tilburðir við jøvnum millumbilum. Í nøkrum førum eru avleiðingarnar so mikið álvarsamar, at sálarlig kreppuhjálp er neyðug. Men tíverri er hetta alt ov óskipað og tilvildarligt. Í nøkrum førum er als ongin kreppuhjálp at fáa. Hetta eiga og kunnu vit gera betri. Tí eitt er víst. Álvarsliga traumatiserandi hendingar kunnu seta so djúp  spor, at alt lívið verður merkt av tí og lívsleiðin darvað. Tað kunnu vit gera nakað við.

 

Tað er vísindaliga staðfest,t at fólk við sálarsjúku hava lægri miðallivialdur enn onnur. Munurin er skelkandi. Fólk við sálarsjúku liva í miðal upp til 20 ár styttri enn onnur. Hetta er álvarsmál av teimum heilt stóru og krevur at vera tikið í størsta álvara. Her mugu munagóð tiltøk setast í verk. Vit kunnu ikki góðtaka at missa borgarar í góðum árum, men gera hvat vit kunnu fyri at betra um hetta.

 

Samanumtikið eru nógv tøk tikin, sum vit veruliga skulu gleðast um, men enn er langt á mál. Meira vit fáa lýst støðuna betri blíva vit før fyri at skapa batar. Tí má ljóskastarin áhaldandi setast á sálarheilsuna. Í okkara samfelag skal ongin vera goymdur og gloymdur.

Góðan sálarheilsudag