Danska reality stjørnan, Amalie, sum er kend frá sendirøðunum Paradise Hotel og Amalies Verden kemur til Føroya í næstum. Hon er júst nú aktuell við sangunum ?Du & Jeg? og ? Sæt Hænderne På Mig ?.
Tilsamans hava sangir hennara havt yvir eina millión sýningar á YouTube.
Sendingin Amalies Verden hevur fingið ógvuliga stóra undirtøku í Danmark, og yvir 250.000 fólk hugdu eftir fyrstu sending av sendirøðini.
Hon hevur mangan verið forsíðustoff í Danmark, og hevur luttikið í alskyns reality sendingum í Danmark ? eitt nú ?Til Middag Hos..?, ?Fangerne På Fortet? og ?Sunny Beach?, og nú leggur hon leiðina fram við klettarnar.
Amalie skal verða gestasangari til finaluna í DeeJay Battle Awards, sum verður í Høllini á Hálsi 18. Desember.