Amariel í nýggjum hølum

Galerie Focus er flutt úr miðbýnum í Havn og út í Lambagerði, og fyrsta framsýningin verður við Amariel Norðoy á ólavsøku

Ólavsøkuaftan klokkan 15.00 letur framsýning upp í Galerie Focus í Havn.

Framsýningarhølið, sum hevur hildið til í miðbýnum í Havn, er nú flutt út í Lambagerði 1.

Marianna Norðoy rekur Galerie Focus, og tað verður maður hennara, Amariel Norðoy, sum ehvur fyrstu framsýningina í nýggja Galerie Focus.

Amariel fer at sýna fram oljumálningar, vatnlitsmyndir og steinprent. Evnið fyri oljumálningarnar eru Útróðrarbørn, sum Amariel hevur arbeitt nógv við seinnu árini.

- Teir nýggjastu málningarnar havi eg málað í Keypmannahavn, har eg havi eitt atelier. Tað er eingin trupulleiki at verða burturstaddur geografiskt, hóast eg máli málningar úr Føroyum, sigur Amariel Norðoy.

Framsýningin hjá Amariel er bert opið ólavsøkudagarnar – ólavsøkuaftan frá 15 til 18 og ólavsøkudag frá 16 til 18.


Myndatekstur:

Amariel Norðoy í nýggja framsýningarhølinum hjá Galerie Focus, har hann hevur framsýning á ólavsøku

Mynd: Álvur Haraldsen