Ambassadørar heiðraðir í gjárkvøldið

Pál Weihe, Magnus Tausen og Djóni Eidesgaard hava givið serligt íkast til ferðavinnuna

Í gjárkvøldið vórðu ársins ambassadørur og ársins ambassadørákak innan vinnuferðavinnu kosin. Magnus Tausen frá Flogbóltssambandi Føroya varð heiðraður sum ársins ambassadørur og ársins ambassadørátak gjørdist Djóni Eidesgaard fyri ráðstevnuna hjá Barnabata um barnamishandling og vanrøkt. Haraftrat var Pál Weihe kosin at vera heiðursambassadørur fyri hansara slóðbrótandi arbeiði við at savna vitan og halda ráðstevnur í Føroyum.

Visit Faroe Islands stovnaði Ambassadørnetverkið í mars 2016 og nú eru gott 100 ambassadørar í netverkinum. Hetta eru fólk, sum sita í altjóða nevndum og feløgum, og sum á beinleiðis ella óbeinleiðis hátt hava møguleikan at fáa fundir og ráðstevnur til Føroyar. 

Her eru grungevingarnar:

Ársins Ambassadørátak 2019: Barnabati og Djóni Eidesgaard fyri ráðstevnuna The 10th Nordic Conference on Child Abuse and Neglect

- Barnabati tók á seg ábyrgdina at skipa fyri 10. norðurlendsku ráðstevnuni um barnamishandling og vanrøkt. Hetta var ein stór uppgáva við fleiri hundrað gestum yvir fýra dagar, har stór vísundalig og sosial skrá vóru viðvirkandi til eina sera áhugaverda ráðstevnu fyri luttakararnar. Afturat hesum hevði Barnabati orku til at skipa fyri at framleðia 7 filmar, har børn søgdu sína erligu meining um vaksin, og sangin ”Viðkvæmur vøkstur”, sum Marius Ziska saman við Allan Tausen framførdi og framleiddi.

Heiðursambassadørur: Pál Weihe

- Pál Weihe hevur langt síðani sæð týdningin at hava ráðstevnur, har vitan verður savnað í Føroyum yvir nakrar dagar. Hann er ein slóðbrótari bæði innan gransking og innan ráðstevnur. Hann byrjaði við ráðstevnum áðrenn føroyska ferðavinnan hevði sæð týdningin av hesum, og har vinnan ikki megnaði at taka ímóti gestunum á einum nóg høgum professionellum støði. Tað er at gleðast um, at Pál enn í dag skipar fyri ráðstevnum, har hann í 2018 fyrimyndarliga savnaði fólk úr øllum heiminum til PPTOX í Føroyum. Hann hevur við sínum ráðstevnum verið við til at lyfta tænastustøðið hjá ferðavinnuni, so hon nú megnar góðskukrøvini frá størri ráðstevnum.

Ársins Ambassadørur 2019: Magnus Tausen frá Flogbóltssambandi Føroya

- Flogbóltssambandið hevur í fleiri ár skipað fyri stórum altjóða kappingum í Føroyum. Í 2018 var kappingin fyri EM fyri smátjóðir í U20 hjá monnum. Til kappingina komu 4 lið við 18 leikarum í hvørjum liði. Harafturat vóru tað dupulta av luttakarum tengd at kappingini, sum til dømis hjálparfólk. Eisini var ein gentukapping í januar mánaða 2019. Magnus Tausen er ein sonn eldsál innan flogbóltin í Føroyum. Hann hevur saman við Niklasi Joensen ment flogbóltin frá teimum heilt smáu flogbørnunum til altjóða kappingar fyri ymisku aldursbólkarnar. Á hendan hátt mennir hann ítróttina í øllum liðum, har altjóða kappingarnar eru við til at geva føroysku leikarunum íblástur og avbjóðingar og lyfta flogbóltin á eitt hægri støði.