AME sangirnir í Bylgjuni

Kl. 17 í morgin verður vinnarin av stóru AME sangskrivarakappingini avdúkaður, men longu fyrr seinnapartin fáa lurtararnir í hjá Útvarpinum høvið at hoyra øll 21 løgini, ið eru tilnevnd. Í sambandi við avdúkingina av vinnaranum í sangskrivarakappingini hevur Útvarpið Spæl føroyskt dag, har einans føroyskur tónleikur verður spældur.

 

Í seinnpartssendingini Bylgjuni, ið er frá klokkan 15:00 til 18:00, verður bert nýggjur føroyskur tónleikur spældur. Sent verður beinleiðis úr Norðurlandahúsinum, tá landsstýrismaðurin við Mentamálum, Jógvan á Lakjuni avdúkar vinnaran. Men áðrenn tað verða øll 21 løgini, ið eru tilnevnd í sangskrivarakappingini spæld í Útvarpinum fyri fyrstu ferð.

 

Hesi løg eru av so góðari góðsku, at ein av dómarunum plátufelagsstjórin Jens Ove Friis, hevur lovað at senda vinnandi lagið út sum stakfløgu í Danmark, líkamikið hvør vinnur.

 

Tey 21 løgini eru:

Arons Song - Hans Olivur Joensen

Aware of it - Brandur Enni, Lars Kilmann Jansson

Big Shot - Brandur Jacobsen Tórshavn

Dadadie - Búi E Dam

Drain me - Rannvá Jacobsen og Angu Motzfeldt

Dýrdarkvøld - Kári Sverrisson

Fjøllini standa úti - Jens L. Thomsen og fleri

Grát ei - Eivør Pálsdóttir

Kynda Bál - Jensina Olsen

Love is dead - Guðrið Hansen

Mary - Ronni Poulsen

Mín varði - Elin Heinesen

Møttust vit á Penny Lane - Heri Nolsøe

Out on the Road - Trygvi D. Strøm og Kristina renfro

Secrets to conceal - Boys in a Band

Silvurfuglur - Finnbjørn Hansen og KIM Hansen og Jóanes Hansen

So called paradise - Sigrið Rasmussen(Lloyd Garret)

The Cute Little Club - Petur Háberg

Til ein vin - Margreta á Rógvi

Wasted - Lena Anderssen, Bárður Háberg Óli Jógvansson

You got a hero in me - Árni Øregaard

(Raðfylgjan er alfabetisk, ikki prioriterað eftir stigum)