Jógvan Hugo
Gardar, Oslo
Partarnir hava ikki skrivað undir eina endaliga avtalu enn, men bæði Aker RGI og JFK Trol vátta, at nú er næstan komið á mál.
American Empress kemur undir føroyskt flagg, og tað verður JFK Trol sum skal leiga trolaran. Aker RGI verður ikki við í felagnum, sum skal reka trolaran.
Hanus Hansen, stjóri, var í gjár staddur á Langsten-skipasmiðjuni í Noregi saman við íløgustjóranum í Aker RGI. Hann sigur, at nú er avtalan at kalla í havn, og eftir ætlan kemur American Empress til Føroyar fyrst í februar ? ella ikki seinni enn hálvan februar.
Íløgustjórin í Røkke-felagnum Aker RGI, Frank Reite, sigur, at hetta er ein sera spennandi ætlan, sum JFK Trol ætlar sær í gongd við.
? Um hendan royndin eydnast, so kann hetta skapa nógv arbeiðspláss í Føroyum. American Empress er vælegnaður til hendan fiskiskapin, sigur Frank Reite. Hann váttar, at trolarin kann sigast at vera á veg undir føroyskt flagg.
? Vit hava ikki skrivað undir nakra endaliga avtalu, men trolarin liggur nú á skipasmiðju í Noregi, har hann verður gjørdur klárur til at fara undir tann fiskiskapin, sum JFK Trol ynskir at brúka hann til ? nevnliga at framleiða svartkjaft til matna.